Ferð eftir ferð verður heitt á myndugleikar um, at gera dagin eftir Super Bowl Sunday til ein frídag. "Football", matur, undirhald, lýsingar og annað seta dám á kvøldið hjá nógvum amerikanarum - her um leiðir byrjar tað ikki, fyrrenn mánadagurin so at siga er byrjaður.
Hvør spælir?
Vinnararnir av AFC-finaluni og NFC-finaluni sum vóru fyri tveimum vikum síðani. NFL er deilt upp í AFC og NFC - 16 lið eru í hvørjari deild, sum hevur seks pláss hvør í endaspælinum. Lið spæla fýra útav 16 dystum í grundspælinum tvørturum sína deild. Favorittarnir og heimaliðini vunnu "hálvfinalurnar": Kansas City Chiefs vann á Tennessee Titans í AFC-finaluni, og San Francisco basti Aaron Rodgers og Green Bay Packers.
Hvussu hava liðini staðið seg søguliga í Super Bowl
Chiefs eru í sínari fyrstu Super Bowl í 50 ár. Felagið var í tí fyrstu yvirhøvur, í 1967, og vann í 1970. San Francisco hevur verið í seks og vunnið fimm. Tað vóru tær fyrstu fimm hjá felagnum: Í 1982, 1985, 1980, 1990 og 1995. Í 2013 gjørdust Niners akkurat ov stuttir. Útav teimum níggju feløgunum, ið hava rokkið Super Bowl tríggjar ferðir ella oftari, eru Niners tað felagið við prosentvís flest sigrum í Super Bowl-dystum (5 út av 6 – 83,3 prosent)
Les eisini: San Francisco 49'ers: Gamla stórfelagið er aftur ímillum tey bestu
Les eisini: Kansas City Chiefs: Fyri fyrstu ferð í fimmti ár
Hvørjir eru profilarnir?
Hjá Chiefs er eingin ivi, hvør tann størsti er: Nummar 15, quarterbakkurin Patrick Mahomes. 24-ára gamli gandakallurin var ikki til at steðga í 2018 og í endaspælinum í ár hevur hann spælt frálíkt. Hann hevur serliga tvey heilt vandamikil vápn: Stóra Travic Kelce og ein av heimsins skjótastu monnum Tyreek Hill. Damien Williams, Mecole Hardman og Sammy Watkins eru eisini har, og í verjuni eru tað serliga Chris Jones, Frank Clark og Tyrann Mathieu, ið verða umráðandi. Hjá Niners er tað júst vejruparturin ið er størsta stjørnan við nógvum sera dugnaligum leikarum; í álopinum eru "playmakarar" sum Raheem Mostert (fýra touchowns í hálvfinaluni), Deebo Samuel og Travic Kelce.
Quarterbakkarnir, Mahomes og Garoppolo, til miðlatiltak í vikuni (Mynd: EPA)
Hvør er so favorittur?
Tað verður væntandi ógvuliga tætt, men Kansas City Chiefs er heilt lítil favorittur. Hjá flestu veddingarfyrtøkum gevur tað pengarnar millum 1,80 og 1,90 ferðir aftur, um Chiefs vinna. Um San Francisco 49'ers lyftur Lombardi-steypið gevur tað pengarnar líka yvir tvær ferðir aftur.
Hvar og nær? Super Bowl LIV (54) verður leikt á Hard Rock Stadium í Miami, Florida, har pláss er fyri áleið 65,000 áskoðarum. Hetta verður Super Bowl nummar 11 í Miami-økinum. Eingin býur hevur verið vertur yvir 10 ferðir. Avspark er klokkan 6.30 p.m. Eastern Time. Tað eru fimm tímar aftanfyri føroyska tíð - tað vil siga 23.30. Dysturin kann síggjast á TV3+ og Viaplay.
Hvussu nógvur peningur og hvussu nógvir hyggjarar?
Hátturin ið amerikanskur fótbóltur verður spældur uppá ger, at nógvir steðgir eru, og harvið koma nógvar lýsingar í serliga amerikonskum sjónvarpi. Av tí at so nógvir hyggjara eru, so eru tær sera virðismiklar. Í ár er tað met: 5,6 milliónir dollarar, tað eru 38 milliónir krónur, ella líka undir tað. FOX hevur í ár rættindini at senda dystin, og hyggjartalið í miðal ígjøgnum dystin liggur vanliga yvir 98 milliónir húsarhald í USA. Frá 2011 til og við 2017 var tað yvir 110 milliónir í miðal, men seinastu tvey árini hevur tað verið niðri á 100 milliónum. Áhugin kring heimin er tó vaksandi.
Les eisini: Næstan 38 milliónir fyri 30 sekund
Hvør skal framføra?
Sum vanligt er tað sanniliga ikki bert dysturin sjálvur, ið fyllur. Nógv verður gjørt burtur mati heima hjá fólki, og á leikvøllinum er eisini undirhald í hálvleikinum. Heimsstjørnur eru ikki rárir gestir til "Super Bowl Halftime Show", og í ár verða tað Jennifer Lopez og Shakira, umframt onkur gestastjørna, sum trína á pallin, ið innanfyri fáar minutter eftir hálvleiksbríksli stendur klárur og skjótt er úti aftur, so leikararnir kunnu fara í gongd aftur við at spæla. Áleið 12 minuttir varar tað, og tað dregur nógv. Undan dystinum syngur Demi Lovato tjóðsangin, Star Spangled Banner.
Sí video hjá NFL Network um Super Bowl-søguna her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald