Hondbóltur

Tann fyrsti - og tann seinasti - verður á Hálsi í kvøld

Fyrsta uppgávan hjá føroyska manslandsliðnum í EM-undankappingini móti Kosovo kann verða lumpislig men skal helst vinnast. Hetta verður seinasti heimadystur, áðrenn flutt verður til Hoyvíkar.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2024-11-06 11:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyskur hondbóltur hevur havt nógvar stórar løtur í Høllini á Hálsli - bæði áðrenn og aftaná útbyggingina.

Útbyggingin gjørdi tíverri ikki, at høllin fór at lúka øll krøv til altjóða hondbóltsdystir. Til fyrstu veruligu undankappingina hjá monnum í longri tíð (2018-2019) spældu Føroyar sínar heimadystir í Danmark.

Skjótt stendur snotilig nýggj høll til reiðar í Hoyvík. Tá Niðurlond vitja í mars næsta ár, skal dysturin spælast við Tjarnir og soleiðis verður í útgangspunktinum frameftir.

Tað var bert vegna korounufarsóttina, at Føroyar fingu fyribils loyvi at spæla í Føroyum. Hetta hevur staðið við, og seinastu trý árini hava Føroyar í kappingardystum bast Kekkia, Italia, Lettlandi, Rumenia, Ukraina og Norðurmakedónia í grýtuni á Hálsi.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: 
Myndir: Høllin á Hálsi til reiðar til seinastu landsliðsframsýningini

Samrøður: 
Óli Mittún: - At spæla fyri Føroyar á heimavølli er tað størsta
Hákun West av Teigum: Nakað serligt at koma aftur til Føroyar at spæla

Vit vinna nú væl oftari, enn vit tapa á heimavølli. Sigrar í venjingardystum á Belgia eru eisini við: Uppá trý og eitt hálvt ár er talið átta sigrar í 13 heimadystum - seks av ellivu í kappingardystum.

Tað hjálpir væl, at teir umleið 1.800 áskoðararnir eru væl við. Tá nógv atgongumerki skulu til stuðlarhjá HSF, til feløgini og so framvegis, so eru ikki so nógv eftir eftir at keypa. Áhugin fyri manslandsliðnum er stórur - tað sást millum annað á Skála mánadagin.

Eisini til hendan dystin vórðu atgongumerkini skrædd vekk eftir fáum minuttum. At koma niðan til Hoyvíkar til spildurnýggja og nakað størri høll fer at gera mun - avgjørt eisini í mun til ta praktiska.

[object Object](Mynd: Sverri Egholm)

Kosovo skal royna at órógva veitsluna - eitt ivamál

Bæði í 2015 og í 2017 hittust Føroyar og Kosovo í Emerging Nations Championship (Challenge Trophy). Í báðum førum vunu Føroyar kappingini - og dystir á júst Kosovo.

Í 2015 var kappingin í Kosovo, har Føroyar vunnu 36-30 á vertunum í bólkaspælinum og 31-23 í finaluni. Fýra ár seinnu vunu Føroyar 33-30 á Kosovo í Bulgaria.

Tá spældi Petrr Krogh við Føroyum - hann var nýliga komin á landsliðnum. Távar Peter skjútti. Nú spælir hann bert í verjuni á landsliðnum, men tað er ógvuliga ivasamt, um hann verður tøkur til í kvøld. Royndasti spælarin hevur trupulleikar við rygginum og verður helst ein av teimum báðum 18 i hópinum, sum situr heilt uttanfyri í kvøld. Hin verður helst ein bakspælari ella Allan Norðberg.

Sí eisini: Peter Krogh ivasamur

Ísak Vedelsbøl fær helst størri leiklut nú. Fyrsta val á vinstra vongi, Leivur Mortensen, er úti við skaða í hondini. Málverjin Nicholas Satchwell og Helgi Hildarson Hoydal eru heldur ikki við - teir báðir royndu spælararnir eru langtíðarskaddir.

Føroyska liðið hevur ment seg nógv síani 2015 og 2017. Nú spæla spælararnir ikki í føroysku kappingini ella ÍF Føroyum - nú eru spælarar úr Bundesliguni, bestu svensku, norsku og íslendsku deildini, umframt næstbestu donsku deildini.

Á pappírinum eiga Føroyar at koppa Kosovo, sum er styrkismett niðast av teimum fýra í bólkinum - serliga á heimavølli. Mótsstøðuliðið í kvøld hevur tó millum annað fleiri spælararúr bestu sveisisku deildini, sum er eitt gott stig. Føroyingarnir eru varugur við, at Kosovo kann oma við ymiskum "óbehgiligum". Og tað at føroyska landsliðið í manshondbólti stendur sum favorittur í einum undankappigardysti er framvegis heldur nýtt fyribrigdi.

Sí eisini:
Kjartan Johansen: - Næstan alt avgerandi at fáa nøkur stig í vikuni (video)
Elias Ellefsen á Skipagøtu: - Var eitt sindur bangin fyri ikki at verða klárur (Video)
Hjalti Mohr Jacobsen: - Kravið er tvey stig hesa vikuna

Undankappingin til EM 2026, fyrsta umfar
Høllin á Hálsi, mikudagin 06.11
19.00: Føroyar - Kosovo

Sjónvarp: KVF

Portalurin verður á staðnum við beinleiðis bloggi og nógvum øðrum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder