Hondbóltur

Til Hafnarfjörðin at fyrireika seg til stríð

Týðandi dagur hjá føroyska liðnum í Íslandi.

Annika Fríðheim Petersen vitjar heimavøllin, sum hon hevði í tvey ár. Hoyvíkskvinnan skal verja føroyska málið har í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

Annika Fríðheim Petersen vitjar heimavøllin, sum hon hevði í tvey ár. Hoyvíkskvinnan skal verja føroyska málið har í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

2024-04-06 08:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Reykjavík, Ísland (Portalurin): Tað er dagurin undan sjálvum degnum – degnum tá Føroyar fara eftir at tryggja sær EM-endaspælspláss á kvinnusíðuni á fyrsta sinni.

Hópurin kom til Keflavíkar í gjáramorgunin, og síðani hevur tíðin verið nýtt á gistingarhúsinum Grand, til venjing í høllini hjá Víkingi og Reykjavík og millum annað til dysti hjá Allani Norðberg ogt Vali í Ólis-deildini.

Sí eisini - tilfar frá í gjár: 
(Video) Vilja gera túrin góðan hjá ommusoninum og stuðla liðnum til EM
(Myndir): Hugsavna seg nú um Ísland - í Íslandi
Rannvá Olsen: Hava lyft okkara stig siðani seinasta dyst í Íslandi
Valur datt niður á 3. pláss eftir gysara

Í dag verður nakað av mentalari og taktiskari fyrireiking á gistingarhúsinum, áðrenn farið verður í dystarhøllina. Talan er um Ásvellir á Hafnarfjörðinum. Har hava tríggjar í føroyska landsliðshópinum havt heimavølli, tá tær spældu við Haukum í bestu íslendsku deildini: Annika Fríðheim Petersen, Natasja Hammer og Turið Arge Samuelsen.

Nú skulu tær hugsavna seg um at vinna sum útilið har. Lagt er upp til brak í Hafnarfirði um eitt vist EM-pláss millum frændatjóðirnar. Taparin – serliga um tað er Ísland – kemur sannlíkt við kortini í desember, men í føroysku leguni verður bara fyrireikað seg um eitt: At avrika so væl sum gjørligt á degnum.

Sí eisini: Føroyar liggja væl fyri undan seinasta umfari

[object Object]
Turið Arge Samuelsen eftir dystin móti Svøríki mikukvøldið. Nú er hon aftur í Íslandi, har havnarkvinnan royndi seg eitt stutt skifti í 2018 (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Maria Pálsdóttir Nólsoy sá ikki út til at hava nakrar trupulleikar við at spæla hondbólt í gjár. Hon vandi tó lítið saman við hinum, og endaliga royndin fyri at síggja um Maria kann vera við í dystarhópinum verður í dag (Mynd: Sverri Egholm) 

Eitt, sum greiða skal fáast á í dag, er, um Maria Pálsdóttir Nólsoy er nóg birg at spæl. Hon hevur ein brotnan fingur, men seinastu tveir dagarnar hevur 19-ára gamli Neistaspælarin kastað og loftað áleð sum vant.

Venjingin við Ásvellir verður tíðliga í kvøld. Vit hava ymiskt tilfar harfrá, umframt annað úr føroysku leguni á portal.fo.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder