Klokkan 20 bresta KÍ og Olimpija Ljubljana saman í slovenska høvuðsstaðnum. KÍ hevur seinastu tíðina fingið fyrireikað seg væl til dystin, og nú er liðið hjá Magna Hoseth kunngjørt.
Í mun til 3-0 sigurin á Tórsvølli fyri tveimum vikum, eru tvær broytingar á KÍ-liðnum.
Odmar Færø avloysir Deni Pavlovic, og kemur inn í miðverjuna saman við Heina Vatnsdal og Vegard Forren. Odmar var sjúkur fyri tveimum vikum síðani.
Claes Kronberg er vinstri kantur ístaðin fyri skadda René Shaki Joensen, ið var ein av málskjúttunum saman. Hildið verður fast í somu leikskipan.
KÍ (5-4-1/3-4-3): Nils Jonathan Johansson – Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Vegard Forren, Patrick Da Silva – Árni Frederiksberg, Luc Kassi, Jákup Biskopstø Andreasen (L), Claes Phillip Kronberg– Páll Andrasson Klettskarð
Mynd: uefa.com
Deni Pvlovic, Børge Petersen og Mads Boe Mikkelsen eru millum teir á bonkinum, har heilt ungir KÍ-spælarar eisini eru.
Sí eisini:
Norðoyingarnir í Ljubljana hava góðar vónir
Video: Formaðurin væntar sigur við einum máli
-------------------
UEFA Europa Conference League, bólkur A
4. umfar, í kvøld hósdagin 9/11:
Olimpija Ljubljana - KÍ
Slovan Bratislava - LOSC Lille
Báðir dystirnir byrja klokkan 20.00. Til ber at fylgja gongdini á forsíðuni Portalinum í samstarvi við dystir.fo.
Sjónvarp: TV2 Play (Neyðugt við haldi)
Støðan í bólki A eftir trý umfør:
1. LOSC Lille 7 stig
2. Slovan Bratislava 6 stig
----------------------------
3. KÍ 4 stig
4. Olimpija Ljubljana 0 stig
Tvey lið koma víðari úr bólkinum
Sí eisini:
Magne Hoseth: - Skulu helst vinna í morgin fyri at koma víðari
Árni Frederiksberg: - Skulu helst hava seks stig afturat - hugsavna okkum bert um hendan dystin
Føroyamestararnir jagstra nú søgulig stig í Slovenia
Slovener eru kroystir
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald