Týsdagin gjørdist tað alment, at Sonni Larsen hevur fingið venjarastarv. Danin byrjar av álvara í tí í summar, men av tí at hann ikki fer at megna at røkja landsliðsvenjarauppgávur eisini, hevur Hondbóltssambandið valt at beinanvegin hyggja aðrar leiðir.
Sonni Larsen var fram til í síðstu viku høvuðsvenjari hjá A-landsliðnum við kvinnum. Fyrbils røkja hjálparvenjarin Finnur Hansson og Mark Lausen-Marcher, ítróttastjóri í HSF uppgávuna, og hava teir havt venjingar við liðnum í vikuni.
Les eisini: Sonni Larsen skal til Noregs at vera venjar
Ein onnur uppgáva hjá danunum, sum seinastu árini av álvara hevur sett sín dám á føroyskan hondbólt, var U06-landsliðið - tað sum nú er U17-landsliðið hjá kvinnum.
Sonni Larsen hevur havt nógvar landsliðsvenjarauppgávur í Føroyum, umframt nøkur ár í H71. Hann fer framhaldandi at vera skeiðshaldari í sambandi við úrvalsvenjaraútbúgvingina hjá HSF (Mynd: Sverri Egholm)
Agnar Joensen og Ingi Olsen hava verið venjarar saman, og hava eisini spælt eina rúgvu av hondbólti saman - Ingi kemur nú upp í venjaratoymi ístaðin fyri Sonna (Mynd: Hondbóltssamband Føroya)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald