
KÍ skal í kvøld, týsdagin 5. august, spæla fyrra dystin í 3. umfari í UEFA Conference League. Hann verður á heimavølli - hesaferð á Tórsvølli sum er einasti góðkendi føroyski leikvøllur so seint í evropeisku kappingunum.
- Tað er eitt størri apparat, sum skal í gongd, tá vit fara til Havnar. Men nú hava vit roynt tað fleiri ferðir, og hava vit fastar mannagongdir.
Hetta sigur Tummas Lervig við Portalin.
Næstu níggju dagarnar eru tveir dystir móti hvítarussiska Neman Grodno á skránni. Hann hugsavna hópur, venjarar, hjálparfólk og nevnd seg fyrst um - nógv skal hanga saman umsitingarliga og ítróttarliga til slíkar uppgávur.
Tó noyðist man at hyggja eitt sindur frameftir í Evropa, tí um KÍ spælir seg víðari, so bíða stórar uppgávur seinastu tíðina í august.
Í gjár gjørdist greitt, at KÍ møguliga skal til Spania at spæla. Lutakastið til play-off umfarið í Conference League var, og har stendur KÍ at spæla móti Rayo Vallecano, um tað eydnast at koma víðari.
Vit spurdu í gjár Tummas Lervig um hendan møguliga uppgávan eisini fyllur nakað nú.
- Vit fyrireika okkum altíð nakað frameftir í Evropa, men nú hyggja vit uppá hesar dystirnar í 3. umfari fyrst. Spania og Madrid er ikki so torført at koma til, so tað kann liggja og bíða eitt sindur til vit vónandi spæla okkum víðari samanlagt aftur
Sí myndir frá venjingini í Klaksvík her
Sí eisini: Yvirlit: Soleiðis sær evropeiski mánaðin hjá KÍ og Víkingi út
Savnsmynd: Sverri Egholm
KÍ-formaðurin vónar, at eini 2.500 áskoðarar vera á Tórsvølli í kvøld. Til ber at hoyra alt prátið og lesa meira her
UEFA Europa Conference League 3. umfar - fyrri dysturin
Týsdagin 5. august á Tórsvølli
19.45 KÍ - Neman Grodno (BLR)
Til ber at keypa atgongumerki her
FM1 sigur frá, og Portalurin verður á staðnum við beinleiðis bloggi og øðrum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald