placeholder
Fótbóltur

Arsenal er aftur á kósini

Liðið hjá Arteta setti West Bromwich uppá pláss í kavanum í gjárkvøldið og vann triðja sigurin á rað. Í dag verða tveir dystir leiktir - stórdystur er á Stamford Bridge, har Manchester City vitjar.

Ringa gongdin hjá Arsneal er av (Mynd: EPA)

Ringa gongdin hjá Arsneal er av (Mynd: EPA)

2021-01-03 14:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasti dysturin í Premier League í gjár varð leiktur á The Hawthorns. Kavi fall ígjøgnum dystin, men tað darvaði ikki Arsenal, ið spældi ein góðan dyst og vann sannførandi.

Tvey mál komu innan fimm minuttir í 1. hálvleiki - tvey komu innan fimm minuttir í 2. hálvleiki. Tað var eyðsýndi skotski vinstri bakkurin Kieran Tierney, ið tók sakina í egnar hendur miðskeiðis í 1. hálvleiki og við høgra beininum legði bóltin upp í longra málhorn. Løtu seinni spældi Arsenal heilt væl við fleiri góðum, skjótum alveringum. Tað var at enda 20-ára gamli Emile Smith Rowe, ið er í gongd við sítt gjøgnumbrot, ið legði yvirum til 19-ára gamla Bukayo Saka, og so var 2-0. Eftir stegðin var tað franski áleyparin Alexandre Lacazette, ið sló til tvær ferðir.

[object Object]
Lacazette við einum av sínum málum (Mynd: EPA)

[object Object]
Arteta og Allerdyce eru á veg hvør sín veg (Mynd: EPA)

Arsenal hevur nú vunnið tríggjar dystir á rað, er langt burtur frá niðurflytingarstrikuni og er ikki so langt frá evropeiskum plássum. 27. desember fingu Sam Allerdyce og hansara menn javnleik á Anfield - síðani tá hevur West Bromwich spælt tveir heimadystir og tapt samanlagt 9-0. Liðið er næstaftast við átta stigum.

Í dag verða tveir dystir leiktir. Newcastle og Leicester eru júst farin í gongd, og klokkan hálvgum fimm byrjar spenanndi dystur á Stamford Bridge. Bæði Chelsea og Manchester City hava harðliga tørv á einum sigri fyri at fylgja við í oddinum. City er nakað skert orsakað av koronaútbroti í hópinum.

Premier League
17. umfar

Í gjár - 2. januar

Tottenham - Leeds 3-0 (2-0)
29' Harry Kane (br.) 1-0
43' Heung-Min Son 2-0
50' Toby Alderweireld 3-0

Les eisini: Tottenham skúgvaði Leeds til viks

Crystal Palace - Sheffield United 2-0 (2-0)
4' Jeffrey Schlupp 1-0
45' Eberechi Eze 2-0

Les eisini: Sheffield United vánaligasta liðið í bestu ensku deildini í 118 ár
           
Brighton - Wolves 3-3 (1-3)
13' Aaron Connolly 1-0
19' Romain Saiss 1-1
34' Sjálvmál 1-2
44' Ruben Neves 1-3
65' Neal Maupay 2-3
70' Lewis Dunk 3-3

West Bromwich - Arsenal 0-4 (0-2)
23' Kieran Tierney 0-1
28' Bukayo Saka 0-2
60' Alexandre Lacazette 0-3
64' Alexandre Lacazette 0-4

Í dag - 3. januar
14.15: Newcastle - Leicester
16.30: Chelsea - Manchester City

Í morgin - 4. januar
20.00: Southampton - Liverpool

1. januar

Everton - West Ham 1-0 (0-0)
86' Tomas Soucek 1-0

Les eisini: Moyes og hansara menn vunnu á Goodison

Manchester United - Aston Villa 2-1 (1-0)
40' Anthony Martial 1-0
58' Bertrand Traore 1-1
61' Bruno Fernandes 2-1 (br.)

Les eisini: United er nú undir liðuni á Liverpool

Støðan 
1. Liverpool 33 stig (16 dystir)
2. Manchester United 33 stig (16 dystir)
3. Tottenham 29 stig (16 dystir)
4. Leicester 29 stig (16 dystir)
5. Everton 29 stig (16 dystir)
6. Chelsea 26 stig (16 dystir)
7. Aston Villa 26 stig (15 dystir)
8. Manchester City 26 stig (14 dystir)
9. Southampton 26 stig (16 dystir)
10. West Ham 26 stig (17 dystir)
11. Arsenal 23 stig (17 dystir)
12. Leeds 23 stig (17 dystir)
13. Wolves 22 stig 17 dystir)
14. Crystal Palace 22 stig (17 dystir)
15. Newcastle 19 stig (15 dystir)
16. Burnley 16 stig (15 dystir)
17. Brighton 14 stig (17 dystir)
18. Fulham 11 stig (15 dystir)
19. West Bromwich 8 stig (17 dystir)
20. Sheffield United 2 stig (17 dystir)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder