Hondbóltur

Atgongumerkini til næsta heimadyst ganga sum heitt breyð

Føroyar og Ukraina spæla EM-undankappingardyst á Hálsi 26. apríl, sum møguliga verður avgerandi. Meira enn helmingurin av atgongumerkjunum til dystin eru seld.

Føroysku spælararnir takka áskoðarunum eftir sigurin á Rumenia í gjárkvøldið. Fullsett var í Høllini á Hálsi -  Tað eru ikki nógv meira enn 500 atgongumerki eftir til næsta heimadysti

Føroysku spælararnir takka áskoðarunum eftir sigurin á Rumenia í gjárkvøldið. Fullsett var í Høllini á Hálsi - Tað eru ikki nógv meira enn 500 atgongumerki eftir til næsta heimadysti

2023-03-09 17:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Talan var um eitt stórt hondbóltskvøld í Høllini á Hálsi í gjárkvøldið, tá føroyska manslandsliðið í hondbólti vann EM-undankappingardystin móti stóru hondbóltstjóðini Rumenia. 28-26 sigurin er sigur nummar tvey í EM-søguni hjá Føroyum - nú vilja teir hava meira.

Tað er eingin ivi um, at tey umleið 1.600 fólkini í fullsettu høllini gjørdu mun. Heimavallarfyrimunurin kann gerast óguliga týdningarmikil, hava spælarar og limir í Hondbóltssambandinum víst á, og nakrar av hondbóltshetjunum settu eisini orð á framúr góða stuðulin í gjárkvøldið.

Sí videobrot: 
Hákun: - Hetta upplivilsi er alt áskoðarunum at takka
Elias: Tað er áskoðarunum at takka
Peter Krogh: - Tað fer eitt sús gjøgnum kroppin tá man kemur inn í høllina 

Ári Rouch - Gevur øgiliga nógv til eitt lið at hava ein sterkan heimavøll
Mark Lausen-Marcher: -Kunnu koma til EM-endaspælið við at vinna hesar heimadystirnar

Hondbóltssambandið setti fyrr í dag atgongumerki til sølu til næsta heimadystin, sum verður mikukvøldið 26. apríl. Talan er um næstseinasta undankappingardystin; ein sum kann gerast avgerandi í mun til EM-pláss.

Fyri løtu síðani kunnaði HSF um, at man skuldi skunda sær, tí at tað gekk væl við atgongumerkjasøluni, sum av álvara varð sett í gongd tíðliga í dag. Portalurin hevur fingið upplýst, at áðrenn klokkan 17 vóru yvir 800 atgongumerki seld til Føroyar - Ukraina. Talan er um yvir helmingin av atgongumerkinum, ið kunnu keypast her

Føroyar og Ukraina hava í løtuni tvey stig hvør, og Rumenia hevur eisini tvey stig. Tvey'arin í bólkinum kemur til EM-endaspælið næsta ár, og tað gera fýra teir bestu trý'arnir eisini - átta bólkar eru.

[object Object]
Heldi Hildarson Hoydal takkar áskoðarunum...

[object Object]
Og tað sama gera Elias Ellefsen á Skipagøtu og hinir (Myndir: Sverri Egholm)

Undankapping til EM-endaspælið 2024
3. umfar - í gjár 8. mars 2023

Føroyar - Rumenia 28-26 (15-9)

Fleiri tøl og annað sæst her

Støðan í bólki 4
Eysturríki 4 stig 
Rumenia 2 stig
Ukraina 2 stig
Føroyar 2 stig

Í dag, hósdagin 9 mars
Ukraina - Eysturríki 

Leygardagin 11. mars
Eysturríki - Ukraina 
15.00: Rumenia - Føroyar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder