Eftir fýra dagar við tveimum áttandapartsfinalum um dagin og 29 málum samanlagt, umframt níggju í brotssparkskappingini í Bukarest, er nú støðgur í EM-endaspælinum í tveir heilar dagar. Allar áttandapartsfinalurnar høvdu nakað serligt, og mánadagurin var heilt serstakur
Les eisini: Fótbólturin sigraði
Fleiri fótbóltsfjepparar hava helst brúk fyri at "anda út" eitt sindur og brúka tvey tey næstu kvøldini uppá okkurt annað, áðrenn tað byrjar aftur og verður heilt spennandi. Tey sum ferðast til dystirnar, sum eru ymsastaðni kring Evropa, hava helst ikki nógv ímóti steðginum. Tað er tó so, at tá so nógv stendur uppá spæl hjá teimum átta londunum, og tá eitt endaspæl er farið í gongd við knock-out dystum, so er tað eisini heldur keðiligt við hesum steðginum, men liðini hava tørv á honum.
Fríggjadagin og leygardagin verða fjórðingsfinalurnar leiktar. Nøkur av stóru liðunum "mangla", og serliga Frakland og Niðurlond vóru vónbrot í áttandapartsfinalunum. Evropameistararnir við toppskjúttanum Ronaldo eru eisini úti eftir stórdystin móti Belgia, og Týskland megnaði ikki at senda gamla fíggindan Ongland út aftur hesuferð. Harvið eru teir tríggir risarnir frá deyðans bólki allir longu úti, og Niðurlond, ið vunnu allar dystirnar í bólkaspælinum skulu hava nýggjan venjara, eftir at Frank de Boer segði seg úr starvið orsakað av tapinum fyri Kekkia
Løtan tá Sveis vann seg víðari móti heimsmeistarunum í einum ótrúligum dysti í Bukarest - Sommer bjargar royndini frá Mbappé
Sveisiski fagnaðurin vildi ongan enda taka - fríggjadagin er uppgávan Spania í Sankta Pætursborg (Myndir: EPA)
Kekkia skal leygardagin spæla í Baku móti Danmark - kekkar bastu teimum appelsinlittu, ið bert vóru tíggju í tali meginpartin av 2. hálvleiki í Budapest (Myndir: EPA)
Svøríki megnaðu ikki at liva upp til favorittleiklutin í gjárkvøldið og taptu í evstu løtu í longdari leiktíð. Eysturríki fekk kroyst Italia út í longda leiktíð á Wembley, og Kroatia megnaði at gera tað sama við Spania í Parkini eftir eitt flott comeback seinastu minuttirnar. Bale og Wales, ið tóku øll á bóli í 2016, náddi ikki hálvfinaluna hesuferð. Íbólkaspælinum
EM 2020(2021) fjórðingsfinalur
Fríggjadagin 2. juli
17.00: Sveis - Spania (Sankta Pætursborg)
20.00: Belgia - Italia (München)
Sunnudagin 3. juli
17.00: Kekkia - Danmark (Baku)
20.00: Ukraina - Ongland (Rom)
Nú snýr tað seg ikki um tey, ið eru úti - nú snýr tað seg um tey londini, ið framvegis spæla fyri Henri Delaunay-steypinum, og summi av teimum høvdu heilt fá sett sín pening á áðrenn. Á pappírinum sær tann seinna fjórðingsfinalan fríggjadagin mest spennandi út, men tað kunnu allir gerast, og ein stórfavorittur sum Ongland kann ikki kenna seg ov tryggan.
Vinnararnir av dystunum fríggjadagin hittast í hálvfinaluni um ein viku, týsdagin 6. juli - vinnararnir av dystunum leygardagin hittast dagin eftir á sama leikvølli - Wembley. EM-finalan verður leikt í London sunnudagin 11. juli klokkan 20.
Her er yvirlit yvir áttandapartsfinalurnar
Leygardagin 26. juni
Johan Cruyff Arena, Amsterdam
Wales - Danmark 0-4 (0-1)
27' Kasper Dolberg 0-1
48' Kasper Dolberg 0-2
88' Joakim Mæhle 0-3
90 (+3) Martin Braithwaite 0-4
Les eisini: Dolberg tók av - Danmark víðari við sannførandi sigri
Wembley, London
Italia - Eysturríki 2-1 eftir longda leiktíð - 0-0 eftir vanliga leiktíð
95' Federico Chiesa 1-0
105' Matteo Pessina 2-0
114' Sasa Kalajdic 2-1
Les eisini: Innskiftararnir bjargaðu Italia í longdari leiktíð
Sunnudagin 27.06
Puskás Arena, Budapest
Niðurlond - Kekkia 0-2 (0-0)
68' Tomas Holes 0-1
80' Patrik Schick 0-2
Reytt kort: Matthis de Ligt (54')
Les eisini: Kekkia varpaði Niðurlond úr EM
La Cartuja, Sevilla
Belgia - Portugal 1-0 (1-0)
42' Thorgan Hazard 1-0
Les eisini: Nýggjur evropameistari skal finnast
Mánadagin 28. juni
Parkwn, Keypmannahavn
Kroatia - Spania 3-5 eftir longda leiktíð (3-3 eftir vanliga)
20' Sjálvmál 1-0
38' Pablo Sarabia 1-1
57' Cesar Azpilicueta 1-2
77' Ferran Torres 1-3
85' Mislav Orsic 2-3
90 (+2)' Mario Pasalic 3-3
100' Álvaro Morata 3-4
103' Mikel Oyarzabal 3-5
Les eisini: Átta mál og átta ymiskir málskjúttar í ótruligari áttandapartsfinalu í Keypmannahavn
Arena Nationala, Bukarest
20.00: Frakland - Sveis 3-3(0-1) eftir vanliga leiktíð - 7-8 eftir brotssparkskapping
15' Haris Seferovic 0-1
57' Karim Benzema 1-1
59' Karim Benzema 1-2
75' Paul Pogba 1-3
81' Haris Seferovic 2-3
90' Mario Gavranovic 3-3
Brotssparkskapping:
3-4 Mario Gavranovic
4-4 Paul Pogba
4-5 Fabian Shär
5-5 Oliver Giroud
5-6 Manuel Akanji
6-6 Marcus Thruam
6-7 Ruben Vargas
7-7 Presnel Kimpembe
7-8 Admir Mehmedi
Yann Sommer bjargar skotroynd frá Mbappé
Les eisini: Skelkur í Bukarest- Sveis sendi heimsmeistarin út
Í gjár - týsdagin 29.06
Wembley, London
Ongland - Týskland 2-0 (0-0)
75' Raheem Sterling 1-0
86' Harry Kane 2-0
Les eisini: Ongland fyri aðru ferð
Hampden Park, Glasgow
Svøríki - Ukraina 1-2 eftir longda leiktíð (1-1 eftir vanliga leiktíð)
27' Oleksandr Zinchenko 0-1
43' Emil Forsberg 1-1
121' Artem Dovbyk 1-2
Les eisini: Dovbyk knústi svensku dreymarnar í 121 minutti
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald