Hondbóltur

Føroyska fylkingin heldur fram

Og hon økist í Niðurlondum í kvøld, tá seinna beinleiðis flogfarið úr Vágum kemur fram. Tað er eisini ferðadagur hjá hópinum, sum í ein mun fáa enn ein heimadyst sunnudagin. Ein triðingur av áskoðarunum verða føroyingar.

Leivur Mortensen tryggjaði Føroyum týðandi stig við Tjarnir mikudagin. Seinni í dag fara hann og liðfelagarnir veruliga á flog (Mynd: Sverri Egholm)

Leivur Mortensen tryggjaði Føroyum týðandi stig við Tjarnir mikudagin. Seinni í dag fara hann og liðfelagarnir veruliga á flog (Mynd: Sverri Egholm)

2025-03-14 08:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið komu tey fyrstu sløku 200 føroyingarnir fram í Niðurlondum. Atlantic Airways flýgur eisini har til í kvøld, tá enn eitt fullfermt flogfar eftir ætlan setur seg á flogvøllinum í Rotterdam. 

Haðani gongur leiðin til Amsterdam ella økið kring høvuðsstaðin. Føroyska liðið skal halda til og spæla í Almere.

Í mun til hvussu nógvir føroyskir áskoðarar vera til staðar, tá dysturin verður spældur sunnudagin, so er tað er eitt sindur ymiskt tal, alt eftir hvønn ein spyr.

Fyri beint yvir einum mánaði síðani var talið hjá Hondbóltssambandinum 700. Tað tykist tó vera heilt greitt nú, at har verða fleiri føroyskir fjepparar enn tað til týðandi EM-undankappingardystin.

Sí eisini: Ógvúliga tættur bólkur hjá Føroyum

Sí eisini: Fyrsta upplivingina við Tjarnir var ein kenslulig russjibreyt

Sí eisini: (Video) - Man var heilt uppi á flog - kunnu vinna útidystin

Umframt tey mongu spentu, sum eru farin ella fara beinleiðis úr Føroyum í morgin, so koma nógv gjøgnum Keypmannahavn og nógv koma eisini beinleiðis úr danska høvuðsstaðnum. Millum annað ung lesandi í Danmark.

Á ymiskan hátt verður dysturin í Toppsentrum í Almere sunnudagin klokkan 14 sum ein heimadystur hjá Føroyum, tí tað kann í øllum førum væntast, at ein triðingur av høllini verður føroyingar - ið fara at seta sín dám á í størri mun enn heimaáskoðarar. Høllin tekur, eins og Tjarnir, umleið 3.000 áskoðarar

Føroyska liðið hevur eina venjing í Hoyvíkshøllini um seinni fyrrapartin. Seinni gongur leiðin vestureftir. Eftir ætlan fer flogfarið klokkan 16.50. Tað er tveir og ein hálvan tíma seinni enn ætlað.

Portalurin verður við á ferðini til fjórða dystin í hesari HM-undankappingini, og hava vit nógv ymiskt tilfar um vikuskiftið.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder