Hondbóltur

Füchse tryggjaði sær javnleik í evstu løtu

Heimaliðið var á odda tað mesta av dystinum, og Hákun West av Teigum skoraði tvey mál. Nantes kroysti tó Fuchse Berlin, og lagt er upp til brak í Fraklandi um eina viku.

Hákun West av Teigum skoraði trygt uppá báðar sínar fyrstu skotroyndir, men brendi hinar báðar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hákun West av Teigum skoraði trygt uppá báðar sínar fyrstu skotroyndir, men brendi hinar báðar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-23 21:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Meðan tað var stórur munur millum Sävehof og Flensburg-Handewitt, spældi eitt annað Bundesliga-felag tætta fyrru European League-fjórðingsfinalu móti fronsku steypavinnarunum.

Füchse tók ímóti í Berlin. Eina løtu inn í fyrra hálvleik tók heimaliðið av álvara yvir. Í steðginum vóru tvey mál á muni, men nógv gott álopsspæl fekk tað upp á +4 og +5 í løtum - bæði fyri og eftir steðgin.

Nantes og Aymeric Minne vildu tó ikki geva seg, og útiliðið hevði tvær ferðir leiðsluna innan seinastu tríggjar minuttirnar. Tað endaði við, at Füchse spældi langt álop, og bólturin snilt kom út á vinstra vong, har Tim Freihöfer var púra tryggur.

Hetta var nærum í seinasta sekundi, og tað endaði 33-33. Harvið er lagt upp til eitt brak, tá liðini hittast aftur í Fraklandi um eina viku. Füchse hevði sjálvandi ynskt at havt eina leiðslu við har til, og eftir dystargongdini góðan part av tíðini vóru avgjørt møguleikar til tess.

Hákun West av Teigum spældi 51 minuttir í álopinum. Hann fekk ikki nakað serligt at arbeiða við á høgra vongi fyrstu umleið 40 minuttirnar. 22-ára gamli hoyvíkingurin var tó púra tryggur uppá eitt kontraálop í 1. hálvleiki í álopsstøðu eftir steðgin.

2/2, men síðani misnýtti Hákun tvær skotstøður - málverjin hjá Nantes bjargaði í báðum førum - har tað fyrra var ein púra opin møguleiki. Hetta fekk avleiðingar: Hans Lindberg spældi seinastu løtuna.

European League - fyrru fjórðingsfinalur við føroyingum
Í kvøld, mikudagin 23.04

Fücshe Berlin - Nantes 33-33 (17-15)

Hákun West av Teigum: 2 mál, fýra skot 

IK Sävehof - Flensburg-Handewitt 30-41 (14-22)

Les meira um hendan dystin: 
Flensburg-Handewitt setti Sävehof uppá pláss
Óli Mittun var janvsettur toppskjútti
Óli: - Hetta var eitt heilt annað stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder