Fótbóltur

HB frægasta møguleikan at gera nakað heilt óvæntað

Tey trý føroysku feløgini skulu hesa vikuna royna at fremja nakað, ið tey ikki hava gjørt áður. KÍ tekur ímóti Malmö í Champions League í kvøld - HB og Víkingur hava heimadystir hóskvøldið.

HB tekur hóskvøldið móti Hadjuk Split og skal royna at venda 0-2 til víðari luttøku. Víkingur hevur uppaftur tyngri brekku móti Gent (Savnsmynd: Sverri Egholm)

HB tekur hóskvøldið móti Hadjuk Split og skal royna at venda 0-2 til víðari luttøku. Víkingur hevur uppaftur tyngri brekku móti Gent (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-07-30 14:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Áðrenn farið varð avstað til dystirnar í seinastu viku, var tað greitt, at tað allarhelst fór at verða ógvuliga tungt hjá KÍ, Víkingi og HB í ávíkavist Malmö, Gent og Split. Tað gjørdi tað eisini.

KÍ byrjaði fínt í Skåne, men bláoygni og stór mistøk kostaðu føroyameistarunum móti svensku meistarunum. 3-0 í steðginum, Árni Frederiksberg minkaði um munin við sínum 9. Champions League-máli, men móti endanum hevði vánaligt verjuspæl eftir innlegg við sær, at KÍ skal vinna trý mál inn í Klaksvík í kvøld.

Tað gjørdi liðið nærum móti norsku meistarunum Bodø/Glimt í somu kapping fyri tveimum árum síðani, men mest sannlíkt skal KÍ spæla í Europa League og ikki Champions League næstu vikurnar.

Champions League 2. umfar, seinni dysturin
Við Djúpumýru, týsdagin 30.07
19.45: KÍ - Malmö FF (1-4)

Stroyming: kvf.fo

Sí eisini: Stríggin returdystur í væntu fyri KÍ

[object Object]KÍ-fjepparar í Malmö fyri viku síðani. Heimaáskoðarnir, undirlagið, støddin av vølli - sum heil kendu umstøðurnar - kunnu gera nakað av muni fyri KÍ í kvøld (Mynd: Áron Vest)

Sí eisini:
Odmar Færø: - Trúgva uppá sigur til ein og hvønn dyst við Djúpumýru
Espen Haug: - Hallur Hansson háaktuellur til returdystin
50 Malmö fjepparir til staðar við Djúpumýru
Yvir 1.000 atgongumerki seld til dystin millum KÍ og Malmö FF

Víkingur fekk dreymabyrjan í Belgia, tá Jørgen Nielsen fekk prikað bóltin í netið eftir hornaspark. Eftir hetta var tað so at siga einvegis ferðsla. Víkingur vardi við dirvi og stríddist fyrimyndarliga størsta partin av dystinum, men smálutir í uppsamling, ivasamt brotsspark, til endans vánaligt málmansspæl og sum heild belgisk góðska gjørdu, at tað eisini endaði 4-1 í Gent.

Oddaliðið í Betrideildini skal hóskvøldið gera eina roynd at fáa tað spennandi í uppgerðini, men nógv bendir á, at evropeiska summarið 

Conference League 2. umfar, seinni dysturin
Við Djúpumýru, hósdagin 01.08
19 00: Víkingur - KAA Gent (1-4)

Les eisini: Gent nær við at geva Víkingi mønustingin

HB fekk frægasta útgangsstøði av føroysku liðunum. Tað sá annars einki út, tá Hadjuk Split legði seg á odda 2-0 eftir hálvan tíma í kvalandi kroatiska hitanum hóskvøldið. Sammy Skytte var komin inn og gjørdi eitt klossut brotsspark - stutt frammanundan hevði Ási Dam ikki dekkað nóg væl upp við hornaspark.

Útiliðið reistist tó og kom sum heild væl frá seinasta tímanum, har kroatiska stórfelagið sjálvanda veruliga gjørdist vandamikið. 

Á Tórsvølli verður neyðugt, at HB veruliga hóttir og ger tað, sum bert grannarnir hava gjørt áður av føroysku feløgunum í evropeiskari kapping: Vent einum tapi á tvey mál í fyrra dystinum til víðari luttøku. Hetta gjørdi B36, undir leiðslu av Dan Brimsvík, í 1. umfari í Conference League fyri tveimum árum síðani. Tað var móti bosniska Borac Banja Luka, sum helst skal vitja KÍ í næstu viku.

UEFA Conference League 2. umfar, fyrri dysturin
Tórsvøllur, hósdagin 01.08
20.00: HB - Hajduk Split (0-2)

Les eisini: Fínt avrik og fínt útgangsstøði hjá HB

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder