Í tveimum av teimum fýra áttandapartsfinalunum, ið higartil hava verið, hevur greiði favoritturin á pappírinum havt stórar trupulleikar. Fyrst var tað Italia, sum noyddist út í longda leiktíð á Wembley fyri at koppa Eysturríki. Niðurlond vóru ikki eins stórur favorittur móti Kekkia, men útvið, og í 2. hálvleiki í Budapest í gjár gekk heilt galið hjá teimum appelsinglittu, ið vórðu varpaðir úr kappingini. Belgia -Portugal í Sevilla í gjár varð mettur at vera áleið 50-50, og har vann Belgia 1-0 og sendi harvið evropeameistaran út. Leygardagin livdi Danmark upp til favorittleiklutin í Amsterdam, har Dolberg skoraði tvey, og Wales var fyri 4-0 ósigri. Nú byrjar seinni helmingurin av áttandapartsfinalunum.
Kroatia vann seg í HM-finaluna í 2018, har Frakland gjørdist ein ov stórur biti. Spania varð sligið út av vertunum í áttandapartsfinaluni eftir brotssparkskapping, og í fjórðingsfinaluni var tað júst Kroatia, ið sendi Russland út. Í EM 2016 taptu bæði Spania og Kroatia í áttandapartsfinaluni - Modric og co. eftir longda leiktíð móti Portugal, sum endaði við at vinna kappingina. Í HM-endaspælinum í Brasil í 2014 vóru bæði Spania og Kroatia sligin út úr í bólkaspælinum við trimum stigum hvør.
Mest royndi leikarin, helst tann mest týdningarmikli og liðformaðurin hjá Spania, Sergio Busquets fegnast her saman við einum av nýggju monnunum á liðnum Aymeric Laporte, eftir eitt av málunum í 5-0 sigrinum á Slovakia (Mynd: EPA)
Harvið hevur Kroatia samalagt betri úrslit seinastu trý endaspølini, enn landið ið gjørdist evropemeistari í 2008 og 2012 og heimsmeistari í 2010. Tó er kroatiska liðið, sambært mongum viðmerkjarum, á veg niðureftir, og miðalaldurin hjá stuðulsleikarunum í hesum endaspølunum er eisini høgur. Teir royndu leikararnir eru sera týðandi fyri Zlakto Dalic, og tí er tað ein smeitur, at miðverjin Dejan Lovren hevur leikbann, og kantspælarin Ivan Perisic hevur fingið staðfest koronu. Síðstnevndi skoraði tvey mál og legði upp til eitt í bólkaspælinum, har Kroatia skoraði fýra, og 32-ára gamli Inter Milan-leikarin "møtir altíð upp", tá tað eru endaspøl.
Spania meldaði seg av álvara inn í EM, tá liðið hjá Luis Enrique skoraði fimm ferðir móti Slovakia í Sevilla mikukvøldið. Harvið komu spaniólar víðari sum tvey'arar og eru í kvøld favorittar móti kroatunum, ið tó eru snildir og hava Luka Modric sum stýrimann. Spania hevur ikki stjørnunøvn, sum "La Roja" hevur havt áður, men at Sergio Busquets var aftur til avgerandi bólkadystin gjørdi týðiliga mun. Gongd kom eisini á málskjótingina, og í Parkini í kvøld skulu spaniólar royna at spæla seg í sína fyrstu fjórðingsfinalu síðani EM 2012.
Heimsmeistararnir vilja gerast evropameistarar - vanliga endastøðin hjá Sveis og Petkovic
Sambært veddingarfyritøkunum er Frakland áleið eins stórur favorittur móti Sveis, sum Spania er móti Kroatia. Les Blues vunnu dynamittbólkin, uttan at vera heilt sannførandi, og hava á pappírnum tað sum skal til fyri aftur at vinna eitt steyp. Í 2016 oyðilegði Portugal fronsku veitsluna í París, men hesaferð sær liðið hjá Deschamps uppaftur sterkari út við millum annað Benzema, Mbappé og Varane.
Benzema og Griezmann strekkja til venjingina hjá Fraklandi á Nationala Arena í gjár (Mynd: EPA)
Har skal Vladimir Petkovic í kvøld royna at leiða landið til sína fyrstu fjórðingsfinalu síðani HM-endaspælið á heimavølli í 1954
Liðið hjá Sveis er ikki fult við profilum, men talan er um støðugar leikarar og eitt væl samanspælt lið, sum er millum tey betru í Evropa. Tá tað skuldi avgerðast í bólakspælinum var liðið hjá Vladimir Petkovic greitt omaná móti Turkalandi. Nú bíðar ein størri avbjóðing, og seinastu trý endaspølini er Sveis sligið út í júst einari áttandapartsfinalu - talan hevur verið um ógvuliga tættar dystir: Longd leiktíð móti Argentina (HM 2014), brotssparkskapping móti Póllandi (EM 2016) og 1-0 móti Svøríki (HM 2018). Sveis hevur ongantíð verið í einari EM-fjórðingsfinalu.
Í EM-endaspælinum í Fraklandi fyri fimm árum síðani spældu liðini 0-0 í seinasta dystinum í bólkaspælinum. Spurningurin er, um liðini fáa avgjørt dystin í Bukarest í kvøld uppá 90 minuttir.
Áttandapartsfinalurnar
Í dag - mánadagin 28. juni
Parken, Keypmannahavn
17.00: Spania - Kroatia (DR1/Viaplay)
Arena Nationala, Bukarest
20.00: Frakland - Sveis (TV3 +/Viaplay)
Í gjár - Sunnudagin 27. juni
La Cartuja, Sevilla
Belgia - Portugal 1-0 (1-0)
42' Thorgan Hazard 1-0
Les eisini: Nýggjur evropameistari skal finnast
Puskás Arena, Budapest
Niðurlond - Kekkia 0-2 (0-0)
68' Tomas Holes 0-1
80' Patrik Schick 0-2
Reytt kort: Matthis de Ligt (54')
Les eisini: Kekkia varpaði Niðurlond úr EM
Í gjár - Leygardagin 26. juni
Wembley, London
Italia - Eysturríki 2-1 eftir longda leiktíð - 0-0 eftir vanliga leiktíð
95' Federico Chiesa 1-0
105' Matteo Pessina 2-0
114' Sasa Kalajdic 2-1
Les eisini: Innskiftararnir bjargaðu Italia í longdari leiktíð
Johan Cruyff Arena, Amsterdam
Wales - Danmark 0-4 (0-1)
27' Kasper Dolberg 0-1
48' Kasper Dolberg 0-2
88' Joakim Mæhle 0-3
90 (+3) Martin Braithwaite 0-4
Les eisini: Dolberg tók av - Danmark víðari við sannførandi sigri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald