Fótbóltur

Langur dystardagur

EM-undankappingardysturin millum Moldova og Føroyar verður ikki bríkslaður í gongd fyrrenn klokkan 21.45 lokala tíð, tá ellivu svangir føroyingar fara á vøllin í Chisinau. Heimaliðið er heilt lítil favorittur sambært veddingarfyritøkum.

Tað verður bíðað nógv í moldoviska høvuðsstaðnum í dag. Føroyska A-landsliðið skal í eldin aftur í kvøld í heldur nýggjari útgávu (Mynd: Sverri Egholm)

Tað verður bíðað nógv í moldoviska høvuðsstaðnum í dag. Føroyska A-landsliðið skal í eldin aftur í kvøld í heldur nýggjari útgávu (Mynd: Sverri Egholm)

2023-03-24 06:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Chisinau, Moldova (Portalurin) - Sólin er uppi í moldoviska høvuðstaðnum, har tað seinnapartin fer at liggja um tey tjúgu hitastigini. At føroysku spælararnir veruliga hava merkt sólina her eftir ein kaldan vetur er bara jaligt. Hetta halda bæði høvuðsvenjarin Håkan Ericson og liðformaðurin Viljormur Davidsen - tað gevur magn og megi (energi)

Sí eisini: 
Svenski høvuðsvenjarin: Sólin her styrkir okkum enn meira
Viljormur: - Inntensiteturin og orkan eru til staðar
Myndir: Frá oysandi áarføri til bakandi sól

EM-undankappingardysturin verður bríkslaður í gongd klokkan 21.45 lokala tíð. Hetta er klokkan 19.45 føroyska tíð. Meðan uppgerðin er í gongd, fer hitin í Chisinau at liggja millum 10 og 15 hitastig, so júst hetta fer ikki at ávirka føroyska avrikið. Hvussu manglandi dystarvenjingin - tá tað snýr seg um veruligar kappingardystir - fer at ávirka føroyingarnir er meira ein ósvaraður spurningur. Hóast tað ikki er frægasta útgangsstøði, so segði Håkan Ericson á tíðindafundinum í gjár, at inntensiteturin og støðið til venjing í vikuni hevur verið ógvuliga gott.

[object Object]
Páll Klettskarð - ið helst fær leiklut sum innskiftari - og hinir kýttu seg í sólini í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Nógvir bóltar í luftuni: Håkan Ericson og hinir í toyminum hava havt ymiskt at hugsa um seinastu tíðina (Mynd: Sverri Egholm)

Í mun til liðið, so ynskir høvuðsvenjarin sum vant at avdúka so lítið sum gjørligt. Tó hevur hann staðfest, at Mattias Lamhauge fer at verja málið, nú Gunnar Nielsen og Teitur Matras Gestsson ikki eru við. 23-ára gamli havnarmaðurin skal hava ís í búkinum, nú hann fyri fyrstu ferð stendur í einum undankappingardysti.

Beint frammanfyri hann vera allarhelst René Shaki Joensen, Odmar Færø, Gunnar Vatnhamar og Viljormur Davidsen. Elsti maðurin Sølvi Vatnhamar eigur eitt pláss á miðvøllinum, Meinhard Egilsson hevur bitið seg fastan á vinstra vongi og byrjar, um dómarin góðkennir hond-skinnaran hjá honum. Sum tað sær út byrja KÍ-miðvallararnir Mads Mikkelsen og Jákup Biskopstø Andreasen inni á miðvøllinum, og so vera tað nýggju Breiðablik-áleypararnir Patrik Johannesen og Klæmint Andrasson Olsen fremst. 

[object Object]
Uppstarturin hjá Meinhardi hevur verið órógvaður av einum broti í hondini - sterki skinnarin skal endaliga góðkennast í dag. 25-ára vongurin skoraði sítt fyrsta A-landsliðsmál seinast hann var á hesum leikvøllinum (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini hesar videosamrøðurnar: 
Sølvi: - Trivist væl í hesum selskapinum og tað er ongantíð keðiligt
Mads Mikkelsen: Elski at spæla hesar dystirnar á hægri støði

Hetta eru tað, sum ábendingarnar vísa á. Tað merkir millum annað, at royndi Gilli Rólantsson Sørensen verður á bonkinum. Tvøramaðurin skifti aftur til barndómsfelagið í síðstu viku - eitt skifti ið hann setti orð á í samrøðu við Portalin týsdagin. Annars eru eisini nógvir ungir og svangir mans á bonkinum.

Sambært stóru veddingarfyritøkunum kann ein javnur dystur væntast í kvøld. Ein heimasigur liggur á odds umleið 2,50, og ein føroyskur sigur gevur peningin umleið tríggjar ferðir aftur - javnleikur beint omanfyri tað. Liðini spældu eisini spældu tveir tættar dystir í EM-undankappingini í 2021, har Føroyar samanlagt vóru omaná - javnleik úti og sigur heima - men ábendingar eru um at Moldova eru styrknaðir nakað. Eins og Føroyar manglar Moldova nakrar spælarar sum hava verið fastir, sambært bolt.fo.

Tað er tann sinniliga fyrireikingin, sum nú av álvara er í gongd í føroysku leguni. Teir bíða leingi eftir fyrsta bríksli, men so skal alt eisini sleppast leyst, og tað snýr seg um at royna at fáa stig beinanvegin í undankappingini.

[object Object]
Zimbru leikvøllurin har Føroyar fingu 1-1 javnleik 25. mars 2021. Har vandi liðið í gjár og spælt verður aftur har í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder