Fótbóltur

Video: - Inntensiteturin og orkan eru til staðar

- Tað er nakað heilt annað at koma til 20 hitastig her, nú tað hevur verið so kalt í Føroyum. Liðformaðurin Viljormur Davidsen sær jaligt uppá støðuna í føroyska hópinum, hóast avbjóðingar hava verið og staðfestir, at dystarætlanin er løgd.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-03-23 16:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Chisinau, Moldova (Portalurin) - Gott við sólini, ha ? 

Tað var ein smílandi Viljormur Davidsen, sum undan venjingini hjá A-landsliðnum í dag kom gangandi yvir til myndatólið og mikrofonina hjá Portalinum. Eins og venjari sín, segði føroyski liðformaðurin, at tað er ein fyrimunur at koma til eitt heitari stað: - Hetta er deiligt, nakað heilt annað, og tað gevur okkum energi

Les eisini:
 
- Sólin her styrkir okkum enn meira
Spenningurin økist

Liðformaðurin letur sum heild væl at støðuni í hópinum og sigur at fyrireikingarnar hesa vikuna hava verið góðar - tað merkist ikki so væl, at umstøðurnar upp til ikki hava verið tær besti við millum annað kulda og kava.

31-ára gamli vinstri bakkurin umboðar nú HB og er harvið ein av fleiri í hópinum, sum bert hava spælt ein kappingardyst higartil í ár. Viljormur staðfestir tó, at inntenstiteturin hevur verið góður til venjingarnar, og at dystarætlanin er uppá pláss. 

[object Object]

[object Object]
Landsliðsliðfomaðurin undir venjing á Zimbru leikvøllinum í moldoviska høvuðsstaðnum, har tað er heitt í dag. Viljormur Davidsen hevur góðar vónir til uppgávuna í annaðkvøld, ið hann og liðfelagirnir gleða seg til (Mynd: Sverri Egholm)

Viljormur Davidsen væntar, at tað helst verður ein javnur dystur, har Føroyar nokk fara at hava eina lítla leikliga yvirvág. Mett verður at man kann trýsta Moldova eitt sindur aftur: Teir spæla 3-5-2 ella 3-4-3, og har er nakað av plássið úti í síðunum, ið føroyska liðið ætlar at gagnnýta við at millum annað fáa 2 ímóti 1 støður.

- Vit hava lagt eina dystarætlan, og um allir fylgja henni og avrika væl, so liggur eitt gott úrslit og bíðar.

Føroyar og Moldova spæla í fyrsta umfari í EM-undankappingini í annaðkvøld, fríggjadagin 24. mars. Fyrsta bríksl á Zimbru leikvøllinum verður klokkan 19.45 - 21.45 lokala tíð.

Video: Sverri Egholm

Hesar videosamrøðurnar hava vit annars gjørt seinastu dagarnar: 
Mattias Lamhauge: - Tað kitlar eitt sindur eyka í búkinum
Sølvi trivíst væl í hesum selskapinum - tað er ongantíð keðiligt
Mads Boe Mikkelsen: - Elski at spæla hesar dystirnar á hægri støði
Patrik Johannesen: - Hetta er aftur eitt stig upp hjá mær
Gilli: - Havi sovið illa - nú kann eg av álvara anda aftur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder