Í oktober var 1. umfar í undankappingini til EM 2024 á skránni. Tá vitjaði føroyska liðið í Svøríki. Eftir rímiliga javna byrjan vísti Svøríki sín klassa og vann at enda stórt.
Tað er ógvuliga ósannlíkt, at man "heintar 17 mál" uppá eitt lítið hálvt ár, men í føroysku leguni eru tey samd í, at man hevur flutt seg. Eisini er man greiður yvir, at tað kann hava nógv at siga - sálarliga og í mun til trý-ara rokniskap - at spæla ein tættari dyst móti Svøríki hesaferð.
Sí eisini - samrøður:
Turið Arge Samuelsen: Vit skulu bara fara inn at njóta tað
Súna Krossteig Hansen: 7 ímóti 6 og heimaáskðdararnir kunnu-verða lykilin
Pernille Brandenborg: - Errin av at vit nú stríðast um pláss í endaspæli
Claus Mogensen: Øll mál kunnu veruliga telja
Áskoðararnir kunnu eisini spæla stóran leiklut. Móti Luksemborg vóru vvir 1.000 fólk og stuðlaði føroyska liðnum. Í gjárkvøldið vóru beint omanfyri 300 atgongumerki eftir - síðani eru útvið 100 seld. Harvið vera upp ímóti 1.500 áskoðarar á Hálsi í kvøld.
Turið Arge Samuelsen er aftur á føroyska liðnum - hon verður helst nógv á vinstra vonginum í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
Hjá Svøríki er ein av heilt stóru stjørnunum - Jamina Roberts - ikki við í Føroyum. Svøríki hevur vunnið bólkin men hevur OL-undankapping skjótt, so hetta verður nýtt sum fyrireikingardystur. Hjá Føroyum situr Maria Pálsdóttir Nólsoy úti. Hon hevur brotið fingurin, og Natasja Hammer
Les eisini: Maria Nólsoy hevur brotið fingurin
Sí eisini: Myndir: Á bláa hallargólvinum áðrenn stóra dystin móti Svøríki
Tað verður sunnudagin í Íslandi, at avgerðin um EM fellur. Talan verður helst um stórt drama - í kvøld skulu Føroyar royna at gera møguleikan so góðan sum gjørligt.
Dysturin í Høllini byrjar á Hálsi. Kringvarpið vísir dystin og FM1 sigur frá. Vit á Portalinum hava beinleiðis blogg við ymiskum tilfari frá tveimum tímum undan dystinum, og til hann er liðugur. Síðani hava vit samrøður og annað.
Undankapping til EM 2024, bólkur 7
5. umfar, í kvøld mikudagin 3. apríl
19.00: Føroyar - Svøríki
Støðan:
1. Svøríki 8 stig *
2. Føroyar 4 stig
3. Ísland 4 stig
4. Luksemborg 0 stig
*Víðari
Nummar 1 og 2 koma víðari til EM - fýra teir bestu trý'ararnir av teimum átta í undankappingini koma eisini við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald