Ein vakur dagur við nakað av heystarkulda og vindi. Eitt føroyskt landslið sum leitar eftir fyrsta sigrinum síðani móti Turkaland 25. september í fjør. Eitt lið sum skal spæla øðrvísi enn í Póllandi. Ein høvuðsvenjari, ið hevur nýggjan sáttmála, og sum saman við toymi skal vera við at betra um føroyskan fótbólt.
Sí eisini:
Ein nýggj øðrvísi avbjóðing
Håkan Ericson: - Skulu stýra meira við bóltinum í morgin
Tað er ikki risastórur áhugi fyri dystinum. FSF boðaði í gjár frá, at umleið 2.300 atgongumerki vóru seld. Tórsvøllur tekur beint yvir 5.000 fólk. Tað er torført hjá lítlari tjóð at fylla tjóðarleikvøll, sum tekur beint undir 10 prosent av fólkatalinum. Kanska tíðspunktið hesaferð spælir eitt sindur inn. Tað er ikki eins stórur gravgangur at koma til landsdyst sum fyri nøkrum árum síðani.
Vónandi kann eitt gott úrslit í dag broyta eitt sindur uppá tað - skipað verður eisini fyri stórum familjutiltakð. Eitt gott úrslit er sum so ein sigur. Ein slíkur kom til høldar, tá Moldova vitjaði her fyri tveimum árum og trimum døgum síðani. Føroyar vunnu 2-1 og hava fingið javnleik í teimum báðum útidystunum móti Moldova.
Sí eisini: Eru ósigraðir móti Moldova
Brandur Hendriksson Olsen verður allarhelst við frá byrjan hesa ferð, og fer tað at gera mun í spælinum við bóltinum (Mynd: Bjarni Enghamar/BjarnaMyndir)
Eitt verri úrslit enn seinast móti Moldova - og í øllum førum null stig - hevði skapt fleiri spurnartekin og markað eina afturgongd hjá Føroyum og samstundis framgongd hjá Moldova, sum er komið til Føroya við fimm stigum og sjálvsálitið og viðførinum.
Lagt er upp til ein tættan dyst. Hetta bæði útfrá oddsum hjá veddingarfyritøkum, styrkismetingum og øðrum. Fyrsta bríksl verður klokkan 17. Kringvarpið vísir dystin, og FM1 sigur frá. Portalurin verður á staðnum og hevur ymiskt tilfar.
Sí eisini: Video og myndir frá í gjár:
Odmar Færø: - Gleða okkum at koma í gongd aftur
Viljormur Davidsen: - Verður ein tættur dystur - trúgva uppá trý stig
Mathias Lamhauge: At umboða Føroyar á Tórsvølli verður tað størsta
Myndir: Fyrireiking til Moldova í køldu heystarluftini
EM-undankappingarbólkur E
Í dag, sunnudagin 10. september
17.00: Føroyar - Moldova
Atgongumerki kunnu fáast her - Kringvarpið vísir dystin
Støðan eftir fýra umfør:
Kekkia 8 stig
Albania 7 stig
Pólland 6 stig
Moldova 5 stig
Føroyar 1 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald