Fótbóltur

Stórdysturin sunnudagin er í Klaksvík

Víkingur vitjar og hevur tørv á stigum, um steypavinnararnir av álvar skulu fylgja við í oddinum. Talan er um fyrstu stóru styrkisroyndina hjá KÍ. Fýra aðrir dystir verða sunnudagin seinnapartin.

KÍ hevði yvirtakið í landskappingini í fjør, men Víkingur var omaná, tá liðini hittust í steypafinaluni í oktober (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ hevði yvirtakið í landskappingini í fjør, men Víkingur var omaná, tá liðini hittust í steypafinaluni í oktober (Mynd: Sverri Egholm)

2023-04-13 15:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Liðini í Betrideildini brúka helst dagin í dag uppá "restutión". Fult umfar var aftur í gjár, og sunnudagin skal triðja umfarið uppá eina viku spælast.

Les um umfarið í gjár:
TB tók stig frá HB í Trongisvági
Eitt gott kvøld hjá uppflytarunum
B36 vendi dystinum móti 07 Vestur

Stórdysturin sunnudagin er í Klaksvík, har føroyameistararnir taka ímóti steypavinnarunum. Liðini hava fyri tað mesta spælt ógvuliga tættar dystir seinastu árini, og hóast nøkur ivamál eru í hópinum eftir ymiskar broytingar í vetur, so er talan um tvey lið, ið hava nógv at koma við.

KÍ stendur í leiklutinum sum favorittur. Eitt er heimavøllurin - Víkingur hevur ikki vunnið við Djúpumýru síðani 2018 - og so er tað helst serliga ein smeitur nú, at Gunnar Vatnhamar er farin. Hetta er fyrsta veruliga styrkisroyndin hjá Magna Hoseth og hansara monnum, ið eisini hava B36 í steypakappingini um tíggju dagar.

[object Object]
Síðani liðini seinast veruliga spældi ein týðandi dyst - steypafinaluna - eru bæði Jóannes Bjartalíð og Gunnar Vatnhamar farnir uttanlands (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Gunnar Vatnhamar: - Kundi ikki siga nei til hetta

HB og B36 eru á pappírinum stórfavorittar móti ávíkavist ÍF og AB. Tó vísti HB veikleikar í gjár, tá TB gjørdi bart í 0-0 javnleikinum í Trongisvági. ÍF hevur eisini víst seg heilt væl fram fyrstu dystirnar í ár. Uppflytararnir hava seks stig, og vóru fáar minuttir frá at fáa stig í 1-0 ósigrunum móti 07 Vestur og Víkingi. Teir hava ikki Jhon Mena við sunnudagin vegna leikbann.

07 Vestur og TB spæla áhugaverdan dyst við Stóra. Eitt ávíst trýst er á báðum liðunum at fáa stig í slíkari uppgerð. Bæði vístu seg væl fram í gjár móti havnarfeløgunum - TB fekk sítt fyrsta stig burturúr.

Líknandi støða er á Toftum, har EB/Streymur vitjar. Hóast jalig ting í seinastu trimum dystunum, so er samlaða úrttøkan hjá B68 tvey stig, og nú liðið hevur heimavøll, so hvílir størri trýst á B68. EB/Streymur hevur tveir sigrar í skjáttuni, men skal reisa seg eftir 3-0 ósigurin í Fuglafirði í gjár og spælir uttan leikbannaða liðformanin Andras Olsen.

Dysturin á Svangaskarði er tann einasti, ið ikki byrjar klokkan 15 - hann byrjar ein tíma seinni.

6. umfar - umfar

Sunnudagin 16.04

Sun. 16. apr. 15:00HBÍF
Sun. 16. apr. 15:00ABB36
Sun. 16. apr. 15:00Víkingur
Sun. 16. apr. 15:00TB07 Vestur
Sun. 16. apr. 16:00B68EB/Streymur

Betrideildin 2. umfar (umfar nummar 4)
Í gjár, Mikudagin 12.04

TB - HB 0-0

Les eisini: 
TB tók stig frá HB í Trongisvági

AB - KÍ 0-2 (0-2)
9' Jóannes Kalsø Danielsen (Claes Phillip Kronberg) 0-1 
42' Sjálvmál (Sivert Gussiås) 0-2

Myndir: AB - KÍ
Jóannes Kalsø Danielsen: - Snýr seg um at vinna okkara dystir 

B68 - Víkingur 3-3 (2-1)
1' Ragnar Samuelsen 1-0
4' Jákup Johansen 1-1
23' Mohammed Samba (Jónas Warner) 2-1
59' Olaf Bárðarson (Martin Klein) 2-2
69' Villiam Emil Klein (Mohammed Samba) 3-2
73' Sølvi Vatnhamar 3-3

B36 - 07 Vestur 3-2 (0-1)
33' Daniel Obbekjær (Teitur Olsen) 0-1
67' Isak Jönsson (Jann Benjaminsen) 1-1
73' Benjamin Heinesen (Bjarki Nielsen) 2-1
79' Michal Przybylski (Benjamin Heinesen) 3-1
90 (+1) Oddur Petersen (Magnus Holm Jacobsen ) 3-2 

B36 vendi dystinum móti 07 Vestur
Myndir: B36 - 07 Vestur

Samrøður úr Gundadali:
Dan Brimsvík_- Er sum um at takið fer av B36-húsinum
Tór-Ingar Akselsen: Haldi vit hava uppiborið betur í dag

ÍF - EB/Streymur 3-0 (1-0)
45' Elias Lervig 1-0
73' Karl Løkin (br.) 2-0
82' Gundur Ellingsgaard Petersen (Dánjal á Lakjuni) 3-0

Reyð kort: Andras Olsen (EB/S) 72' og Jhon Mena (ÍF) 90(+3)'

Støðan í Betrideildini eftir fýra umfør

1. KÍ 12 stig 
2. HB 10 stig 
3. B36 9 stig
4. Víkingur 7 stig
5. ÍF 6 stig
6. EB/Streymur 6 stig
7. 07 Vestur 4 stig
8. B68 2 stig
9. TB 1 stig 
10. AB 0 stig 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder