Fótbóltur

Video: - Hetta ger meg stoltan sum venjara

Håkan Ericson er eftir 1-0 ósigurin fyri Íslandi vælnøgdur við, at nógv ting, ið arbeitt hevur verið við í vikuni síggjast aftur. - Vit skulu gerast meira vandamiklir í summum førum, men vit taka stór menningarfet í løtuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-06-05 07:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hetta er nokk best spældi dystur hjá okkum undir Håkani. Soleiðis segði liðformaðurin á føroyska manslandsliðnum, Hallur Hansson, við Portalin í gjárkvøldið eftir 1-0 ósigurin á Íslandi.

Miðvallarin vísti eisini á, at tá man áhaldandi kemur við slíkum avrikum, so skal lítið til fyri at fáa tað at koppa sín veg. Nakað tí sama var landsliðsvenjarin sjálvur inni á, tá vit tosaðu við hann. 

- Eg kenni á mær, at vit eru betri hendan dystin; at vit eru omaná, bæði tá tað snýr seg um at hava bóltin og at skapa málmøguleikar. Tað ger meg ernan sum venjara at síggja so nógv ymisk ting aftur, ið vit hava arbeitt við, og hetta hava verið nakrir sera góðir venjingardagar upp til dystin



[object Object]
Håkan Ericson er av álvara við at seta sín dám á føroyska liðið - tað merkja hansara leikarar og mótstøðuleikararnir (Mynd: Bjarni Enghamar)

[object Object]
Sviin hevur nýtt talvuna nógv við vøllin í samband við venjing og hevur síðani koyrt m.a nøkur uppspøl ígjøgnum. Nakað ið sást aftur á vøllinum í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Håkan Ericson slær tó fast, at føroyska liðið noyðist at skora eini tvey mál, tá tað skapar slíkar málmøguleikar sum í gjár, tí í dystum móti stórum tjóðum er tað ósannlíkt, at skapa fleiri stórar møguleikar enn í 0-1 dystinum í gjár.

Sviin er tó væl nøgdur. Hann vísur á, at liðið tekur stór fet frameftir - tá skal havast í huga, at nógvir leikarar, sum skuldu verið við, ikki eru tøkir - og at hetta kann bera langt. Í gjár spældu Føroyar við nýggjari leikskipan - 4-5-1 - men júst tølini hava ikki so stóran týdning, helt venjarin fyri

Málskjúttin hjá Íslandi, Mikeal Anderson, vísti í viðtalu við Portalin í gjár eisini á, at føroyska liðið sá út til at hava ein leikhátt, ið hóskaði væl til liðið, og at tað sá heilt væl út - millum annað við bóltinum. Føroyar høvdu helst uppiborið at vunnið, segði hann.

Sí eisini: 
Jákup B. Andreasen: - Vit høvdu uppiborið at vinna
Føroyar høvdu spælið - Ísland fekk málið

Til seinast segði Håkan Ericson, at har vera broytingar til dystin mánadagin móti Liktintein, har leikarar, ið ikki hava spælt so nógv sleppa meira framat. Tó vil landsliðsvenjarin ikki broyta alt ov nógv, nú so nógvar óvæntaðar broytingar komu í hópin, umframt skaðar. Millum annað vísur hann á, at Jákup Johansen, ið hann rósar fyri at koma væl inn í sín fyrsta landsdyst, ikki er til reiðar at byrja enn í landsliðshøpi. Jákup B. Andreasen er ikki tøkur vegna próvtøku.

Føroyar og Liktinstein spæla mánakvøldið klokkan 19.45 á Tórsvølli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder