Hondbóltur

Føroysk finala í Hamburg í kvøld

Flensburg-Handewitt og Jóhan á Plógv Hansen skulu stríðast við Hákun West av Teigum og Füchse Berlin um European League-steypið. Fyrsta bríksl verður klokkan 17.

Tað er ivasamt, um Hákun West av Teigum fær nakran serligan leiklut í dag - langt er upp til ógvuliga tætta finalu millum týsku feløgini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tað er ivasamt, um Hákun West av Teigum fær nakran serligan leiklut í dag - langt er upp til ógvuliga tætta finalu millum týsku feløgini (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-05-26 11:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið vunnu Allan Norðberg og Valur European Cup eftir dramatiska brotskastskapping í Grikkalandi. Talan var um fyrsta evropeiska steypið hjá einum íslendskum felagi nakrantíð. Samstundis var tað fyrstu ferð, at ein føroyskur hondbóltsspælari lyfti eitt evropeiskt steyp.

Sí eisini: 
Allan og Valur vunnu European Cup eftir brotskøst
Spennandi avgerðin hjá Allani í Grikkalandi

Í kvøld verður ein lagdur afturat listanum. Hálvfinalurnar í European League vórðu spældar í gjár, og har vunnu liðini hjá Jóhan á Plógv Hansen og Hákuni West av Teigum. Jóhan, sum í landsliðshøpi umboðar Danmark, gjørdi veruliga bart við níggju málum í sigrinum á Dinamo Bucaresti. Hákun skoraði uppá sína skotroynd, ta løtuna hann var á vøllinum.

Tann meira roynd av hesum høgru vongspælarunum fær allarhelst størri leiklut í Hamburg í kvøld, har lagt er upp til ein ógvuliga tættan dyst. Tað hava teir tríggir innanhýsis dystirnir millum Flensburg og Füchse í ár verið. Tey hava vunnið hvør sín, og ein er endaður við javnleiki.

Füchse Berlin vann European League í fjør, og næststerkasta evropeiska kappingin er seinasti møguleiki hjá hesum báðum feløgunum at fáa eitt steyp í ár. Í steypakappingini taptu bæði í hálvfinalunum - í Bundesliguni endar Füchse nummar tvey og Flensburg-Handewitt á 3. plássi.

Sí eisini: 
Hákun: - Okkara seinasti møguleiki at fáa eitt steyp til Berlin
Jóhan: - Haldi vit eru topp-fimm í heiminum í mun til hóp

[object Object]
Jóhan var flúgvandi fyri Flensburg í gjár. 30-ára gamli føroyingurin og liðfelagarnir fara nú eftir gullinum

Í fjør var Annika Fríðheim Petersen í European League-finaluni við NFH. Tá endaði tað við silvurheiðursmerkjum. Í dag fær ein føroyskur høgri vongur gull og ein silvur. Spurningurin er, um havnarmaðurin og liðfelagirnir við heimstaðið í Norðurtýsklandi eru omaná ímóti liðnum úr týska høvuðsstaðnum við hoyvíkinginum.

EHF Finals (European League Final Four) 
Finalan - í dag, sunnudagin 26.05
17.00: Füchse Berlin - SG Flensburg-Handewitt

Dysturin sæst á handball-kanalen.tv fyri eitt gjald - tað er tó óvist, um tað riggar við føroyskari IP-addressu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder