Í kvøld klokkan 19.45 verður bríkslað í gongd á Tórsvølli. Talan er um triðja dystin hjá bæði Føroyum og Albania í hesari EM-undankappingini.
Føroyska A-landsliðið við monnum hevur í fleiri førum áður staðið í betri støðu og havt størri stuðul enn beint nú. Tó býr meira í liðnum enn víst varð leygarkvøldið móti kekkum. Teir vóru krútsterkir, men semja er um - í og uttanfyri landsliðshópin - at føroyska avrikið avgjørt kundi verið sterkari.
Sí eisini:
Einki skot og eingin spenningur móti kekkum
Sølvi: - Vit bíta slett ikki frá okkum í dag
Bert eitt mál í teimum seinastu seks heimadystunum
Lutfalsliga lítil áhugi fyri landsliðnum
Jákup B. Andreasen: - Føla í øllum førum at vit hava nakað at prógva
Gunnar Vatnhamar: Mugu vera meira djarvir
Tað verður ikki dult fyri hesum, og Håkan Ericson og toymi hava ætlanir um at spæla øðrvísi - millum annað eitt sindur meira álopskent og fysiskt - móti Albania. Tey fáu góðu punktini skulu takast við frá dystinum leygarkvøldið, og so skal bøtast um tey lýti, ið vóru at síggja. Broyting í leikskipan og eisini á manningarsíðuni er í umbúna.
Tað hvílir eitt ávíst trýst á fyri millum annað at vísa, hvat Fótbóltsføroyar kunnu. Serliga nú tað er heimadystur, har føroyska liðið ofta hevur staðið seg væl móti væl sterkari tjóðum. Úrslitini, tað vil siga stig, og málini eru ikki komin í slíkum dystum undir verandi toymi, men avrikini hava í fleiri førum verið heilt góð - tað ofta nevnda " góða úttrykkið" skal aftur vera har í kvøld.
Føroyingarnir stríddust móti Kekkia, men tað tykiskt sjálvdan sum vit veruliga vóru í dystinum (Mynd: Jens Kr. Vang)
Håkan Ericson hevur hugt uppá, hvat kundi verið betri og hvat skal gerast fyri at skaka Albania (Mynd: Sverri Egholm)
Sí eisini:
Landsliðsvenjarin: - Skulu vera kaldari í støðunum og flyta fleiri fólk fram
Fara ikki at spæla við trimum miðverjum í morgin
Gilli hevur nú leikbann
Myndir: Meiðslaðu menninir fyrireika seg í mjørkanum
Eingin kann krevja, at Føroyar av álvara kann vera spælstýrandi móti Albania. Hóast talan ikki er millum tey sterku í Evropa, so hava albanar sterkari fótbóltsiðvenju enn Føroyar, teir hava spælarar sum so gott sum allir spæla á hægri stigi enn teir føroysku. Teir eru væl ovari á styrkislistanum hjá FIFA, og Albania er í favorittleiklutinum sambært veddingarfyritøkunum eisini.
Tað skal tó væntast, at føroyska A-landsliðið í monnum vísir seg væl fram. Balkan-leikhátturin kann geva okkum trupulleikar, men Føroyar skulu standa ímóti og stoyta aftur. Eftir minni gótt avrik fylgir ofta eitt nógv betri, og í kvøld er møguleikin har.
EM-undankappingarbólkur E, 3.(4.) umfar
Tórsvøllur, týsdagin 20. juni
19.45: Føroyar - Albania
Fyrsta bríksl á Tórsvølli í kvøld verður klokkan 19.45. Portalurin verður á staðnum, og vit hava ymiskt tilfar um dystin. Kringvarpið vísir og sigur frá dystinum.
Sí eisini: Albanar vænta ein harðan og fysiskan dyst
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald