Mikudagurin 19. august 1992 var heilt serstakur í føroyskari fótbóltssøgu. Hendan dagin spældu KÍ og B36 á ávíkavist Svangaskarði og í Luksemborg býi. Tað var fyrstu ferð, at føroysk feløg spældu evropeiskar dystir.
Olgar Danielsen skoraði fyri KÍ móti Skonto Riga á Svangaskarði, men føroyameistararnir taptu 3-1. B36 kom afturum í 1. minutti móti Avenir Beggen, og tað var einasta málið í dystinum.
Tvær vikur seinni javnaði Kári Reynheim samanlagt við beinleiðis frísparki, men Beggen svaraði aftur á Svangaskarði, har tað endaði 1-1 Steypavinnararnir úr Luksemborg komu harvið víðari í Europa Cup fyri steypavinnarar við teprum sigri.
Lettisku meistararnir vunnu hinvegin samanlagt greitt á KÍ í Europa Cup fyri meistarar. Tað endaði 3-0 í Riga 2. september 1992. Skonto Riga vann meistaraheitið í Lettlandi 14 ár á rað (1991-2004) og var hetta heimsmet til KÍ-kvinnurnar tóku tað í 2014.
Skonto leikvøllur og somu lond
Nógv er hent seinastu stóru 30 árini, og júst B36 og KÍ hava oftast spælt seg víðari í Evropa. Føroyskur fótbóltur hevur flutt seg nógv, síðani fyrstu stetlandi fet út í evropeiskan fótbólt vórðu tikin. Leigutúrurin hjá B36 og Víkingi til Lettlands hesa vikuna hevur eftir øllum at døma eitt størri ítróttarligt endamál enn fyri 20 árum síðani, tá tað helst mest snúði seg um at koma skjótt aftur á ólavsøku og at náa midnáttarsangin
B36 og B68 høvdu tapt heimadystirnar móti lettisku mótsstøðuni (1-3 og 0-3) og ólavsøkudag taptu tey samanlagt 16-1 í Lettlandi (Skýggjamynd: Faroesoccer)
Tíggju ár eftir heldur serstaka túrin hjá B36 og B68 vann Víkingur seg víðari móti lettiskari mótsstøðu. Unga felagið úr Eysturkommunu gjørdist í 2014 tað fyrsta føroyska felagið at vinna seg víðari tvær ferðir sama summar - eftir Daugava var tað Tromsø úr Noreg.
Víkingur spælir aftur í Lettlandi í morgin. Í kvøld eru tað B36 og KÍ. Nú er tað umvent, í mun til mótsstøðu í 1992: KÍ spælir móti liðið úr Luksemborg og B36 í Lettlandi. Tað er í roynd og veru á Skonto Stadium, sum Skonto Riga nýtti frá 2000 til húsagangin í 2016. Í 1992 spældu KÍ á Daugava Stadion í Riga.
Nú er KÍ favorittur á Djúpumýru móti Differdange úr Luksemborg. Liðið, sum í fjør vann seg víðari tvær ferðir í Champions League og spældi bólkaspælið, er í heldur øðrvísi hami. Høvuðsvenjarin hjá KÍ í 2023 er nú í B36: Magne Hoseth og hansara menn skulu í kvøld royna seg móti FK Auda í Lettlandi og fáa royna at fáa gott útgangsstøði við heim.
Magne Hoseth á tíðindafundi undan Conference League-bólkaspælsdyst við KÍ (Savnsynd: Sverri Egholm)
Nú sum B36-venjari í Riga (Mynd: Ingi Arge)
Til venjing hjá B36 á Skonto leikvøllinum í gjár (Mynd: Ingi Arge)
Sí eisini: Myndir: B36 vandi á leikvølinum í Lettlandi
UEFA Champions League 2024 1. umfar - fyrri dysturin
Í dag, mikudagin 10. juli
19.00: KÍ - FC Differdange 03
Kringvarpið vísir dystin. Portalurin verður á staðnum og hevur beinleiðis blogg, dystarfrásøgn,
Sí eisini:
Myndir: Ársins fyrsti evropeiski dystur á gáttini
Espen Haug: - Skulu vera nøgdir um vit vinna
Árni Frederiksberg: Merkist í býnum at Champions League er á skránni
UEFA Europa Conference League 1. umfar - fyrri dystirnir
Mikudagin 10.07
20.00: Auda - B36
Eingin almenn stroyming er av dystinum, men FM1 er á staðnum og sigur frá
Sí eisini: Jann Benjaminsen: Eru heilt víst farnir til Lettlands fyri at vinna
Hósdagin 11.07
16.00: FK Liepaja - Víkingur
Tøl: FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald