Klokkan 12.15 byrjar brakið í Berlin, har Føroyar og Serbia spæla um pláss í HM-hálvfinaluni fyri U21-menn.
Sambært venjaratoyminum byrja Føroyar á hendan hátt:
Føroyar - frá høgru til vinstru: Pauli Jacobsen - Hákun West av Teigum, Rói Ellefsen av Skipagøtu, Ísak Vedelsbøl, Elias Ellefsen á Skipagøtu, Pauli Mittún, Janus Dam Djurhuus
Sveinur Olafsson skiftir við ein av Ellefsen av Skipagøtu beiggjunum, tá Føroyar verja - alt eftir hvørjari síðu vit byrja. Sveinur fer eisini at skifta nakað við Ísak á strikuni.
Sí eisini: Myndir: Nú eru heilt nógvir føroyingar í høllini
Síðani hevur føroyska liðið spælarar sum Óla Mittún og Bjarna í Selvindi at skifta inn í bakketuni. Kristoffur Bjørgvin hevur eisini spælt nógv á høgra bakki. Hann hevur nakað av trupulleikum við aðrari økslini, men fær tó spælt í dag og kann tað væntast, at Kristouffur fer at nakað inni í verjuni.
Nógvir av spælarunum, sum helst fara at spæla tað mesta av liðnum í dag, burdu verið úthvíldur. Nú skulu teir royna at taka risastóru uppgávuna á seg.
U21 HM-endaspæl, fjórðingsfinalur
Hósdagin 29.06 - Max Schmeling Arena, Berlin
12.15: Føroyar - Serbia
Kringvarpið vísir dystin, og FM hevur beinleiðis frásøgn úr Berlin. Portalurin hevur ymiskt tilfar eftir fjórðingsfinaluna.
Sí eisini:
Julian Johansen: - Serbia er kanska fysiskt sterkasta liðið í kappingini
Pauli Jacobsen: Haldi vit eru betri enn teir á nøkrum økjum
Djóni og Jónas við múrin: Føroyar vinna við fýra
Spæla móti EM-bronsuvinnarunum
Skulu royna at skriva nýggja søgu í Berlin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald