Tú leitaði eftir “portal.fo” og fann 2361 úrslit
-
01. August 2025
-
01. August 2025 09:53
Óli Mittún er farin í gongd í GOG
Skal spæla venjingardyst móti Ribe Esbjerg í dag. GOG fegnast um at hava tveir U21 HM heiðursmerkjavinnarar í bakketuni
-
-
-
01. August 2025 09:18
Video: Mikkjal og AIK víðari eftir stórsigur
AIK vann 6-0 á Paide í gjár. Samanlagt varð tað 8-0, og í næstu viku er ungarska Győr á skránni hjá føroyska venjaranum
-
-
-
01. August 2025 07:42
Brøndby - HB: Sí hæddarpunktini her
Brøndby var omaná, men HB bjóðaði av. Heimasíðan bold.dk hevur gjørt ein samandrátt á smáar fýra minuttir
-
-
31. July 2025
-
31. July 2025 22:36
Árni: - Hesi kvøldini eru bara nakað heilt serlig
- Vit noyddust at verja tað heim, og aftaná seinasta bríksl var tað fantastiskt at uppliva huglagið. Hetta sigur Árni Frederiksberg, sum við "Árnasparki" legði upp til avgerandi málið hjá KÍ í ár: - Hví ikki tvey umfør afturat?
-
-
-
31. July 2025 22:18
Blandaðar kenslur millum Brøndby viðhaldsfólk
Hóast HB viðhaldsfólk iðra seg um at ikki koma longur í evropeiskum fótbólti, so iðra partar í Brøndby-leguni seg um, at tað "einans" endaði 1-0
-
-
-
31. July 2025 16:28
Brøndby-miðil: - HB er eitt sera taktiskt sterkt lið
Nanna Møller Karlsen, redaktørur á Brøndby-miðlinum 3.point.dk, hevur rósandi orð til HB, nú returdysturin millum Brøndby og HB verður spældur í kvøld á Brøndby Stadion
-
-
-
31. July 2025 16:05
Fylg við spennandi evropeiska kvøldinum á Portalinum og FM1
KÍ og HB hava alt at spæla fyri - HB í Brøndby klokkan 18.30 og KÍ í Klaksvík 19.45. Til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum, og úr Klaksvík verður bloggað og klikt, umframt at FM1 sigur frá
-
-
-
31. July 2025 14:40
Serbin á KÍ-liðnum: Havi altíð kent meg sum heima her
- Eg havi stóra virðing fyri okkara fjepparum og fólkinum her, sum geva okkum spælarum so nógv, og her er sum ein familja. Eg royni altíð at geva teimum aftur, sigur Deni Pavlovic, sum er í sínum 8. kappingarárið í KÍ
-
-
-
31. July 2025 12:19
Stórt trýst á Brøndby: Tosa nú um deildarspæl
HB kann spæla munandi meira frítt í kvøld - fyri danska stórfelagið hevði tað verið sæð sum fúl skomm at fara út móti einum føroyskum felagi. Fyrsta bríksl á Brøndby Stadion verður klokkan 19.30
-
-
-
31. July 2025 10:14
Adrian, matur og venjing í Danmark
Miðlatoymið hjá HB hevur fylgt fyrireikingunum til stóra Conference League-dystin, sum byrjar klokkan 18.30 í Brøndby
-
-
30. July 2025
-
30. July 2025 19:21
NSÍ tapti 4-1 í fyrstu Champions League-royndini
Rebekka Benbakoura gjørdi bart tíðliga og legði NSÍ á odda, men vertirnir reistust í hitanum. Harvið kann NSÍ ikki koma víðari, men ein dystur afturat skal spælast leygardagin
-
-
29. July 2025
-
29. July 2025 18:53
Ári: - Tað skal ein ordans innsatsur til í Brøndby eisini
Ljóð - Hetta er ein "stille og rolig" og øðrvísi ólavsøku, staðfestir HB-spælarin. - Nógv hava róst avrikinum og úrslitinum í heimadystinum, og nú skulu vit gera tað aftur, sigur Ári Mohr Jónsson
-
-
28. July 2025
-
28. July 2025 22:00
TB ognartók Gundadal á ólavsøku
Seinna hálva í fremstu mansdeildini byrjaði við einum veruligum skelki. Spælarar og viðhaldfólk hjá TB vóru omaná í dýrdarveðrinum, og 2-0 sigurin á B36 merkir, at liðið nú er omanfyri niðurflytingarstrikuna
-
-
-
28. July 2025 19:30
Havnarbáturin: - Hetta verður ikki størri
- Vit koma frammum tíðliga, og tað er avgerandi. - Man skal vera passaliga býttur og koyra nógv á fyri at bjóða Klaksvíkingi av, men hetta var fantastiskt, sigur Rasmus Jónsson við dráttin
-
-
-
28. July 2025 13:27
Bólturin í Betrideildini fer nú á rull aftur
B36 tekur ímóti TB í kvøld, ólavsøkuaftan, klokkan 19.15. FM1 sigur frá dystinum - til ber at fylgja gongdini ovast á Portalinum. B36 skipar fyri fjepparagongu úr Blábar eftir kappróðurin
-
-
-
28. July 2025 08:41
Brøndby reistist aftur - Fredericia skrivaði søgu
Tríggjar dagar eftir dystin á Tórsvølli, vann Brøndby 1-0 í Farum. Liðið hjá Mattiasi Lamhauge vann sín fyrsta Superliga-dyst nakrantíð
-
-
25. July 2025
-
25. July 2025 16:34
Danskir miðlar: - Ein fadesa og eitt stórt vónbrot í Føroyum
Fingrarnir verða ikki lagdir ímillum hjá stóru miðlunum og á sosialu miðlunum eftir javnleikin hjá Brøndby móti HB á Tórsvølli
-
-
-
25. July 2025 15:53
Video: Sterk kappróðrarmanning roynir seg við sangi
Ørvur fer á ólavsøku at gerast føroyameistari, men áðrenn hava tey á 8-mannaførini verið í upptøkuhølunum. Evnini í bátinum eru tað betri, men "Her er løtan"
-
-
-
25. July 2025 14:27
- Vit taka ein javnleik hesaferð og vóna at avgerða tað við Djúpumýru
- Tað var ein ótrúligur arbeiðisinnsatsur frá okkara monnum, staðfestir KÍ-liðformaðurin eftir 0-0 í Serbia. Conference League-lagnan hjá liðnum verður avgjørd í Klaksvík 31. juli
-
-
-
25. July 2025 07:33
Eitt flott føroyskt fótbóltskvøld
HB og KÍ stríddust og tryggjaðu sær javnleik, evropeisk stig og áhugaverd útgangsstøði móti liðum úr ávikavist Danmark og Serbia
-
-
24. July 2025
-
24. July 2025 15:17
Fylg við Brøndby - HB á Portalinum
Vit hava beinleiðis blogg við tí, sum hendir áðrenn og undir áhugaverda Conference League dystinum og taka samanum aftaná. FM1 sendir beinleiðis frá klokkan 19.35
-
-
-
24. July 2025 10:28
Televarpið vísir HB - KÍ-varpið sendir dystin úr Serbia
Til ber at síggja báðar evropeisku dystirnar hjá føroysku liðunum á skíggjum - tað gongst væl við atgongumerkjasølini á Tórsvølli, og Portalurin og FM1 vera eisini til staðar har
-
-
23. July 2025
-
23. July 2025 20:23
- Dysturin á Tórsvølli skal takast í fullum álvara
Hetta verður ikki nakað "walk-over", staðfestir Daniel Wass, sum hevur skorað í Føroyum áður. Undir lið hansara sat Frederik Birk: - Her er ógvuliga flott í í Føroyum, og vit vænta at HB kemur við øllum
-
-
-
23. July 2025 17:45
Myndir: HB til reiðar at verja Havnina og Tórsvøll
Tað er lagt upp til brak móti Brøndby hóskvøldið. Allir HB'arar eru tøkir - sí myndir frá seinastu fyrireikingunum á Tórsvølli her
-