Tú leitaði eftir “portal.fo” og fann 2361 úrslit
-
01. September 2025
-
01. September 2025 14:19
Mattias varð vrakaður
Hetta eftir stinna avrikið móti Randers og fýra dystir á rað í Superliguni - nýggi málverjin hjá Fredericia beinanvegin inn á liðið. Tað endaði við 4-1 tapi móti AGF - vit hoyra frá Mattiasi Lamhauge seinni
-
-
-
01. September 2025 09:19
Viðmerkjarar um vantandi KÍ-spælarar: - Harmiligt og ov illa handfarið
Landsliðshópurin savnast seinnapartin á Tórsvølli. Tað verður uttan Patrik Johannesen, René Shaki Joensen og Hall Hansson, sum eru overvaðir. Bæði eldri og yngri avloysarar eru, og tað seta teir í Fótbóltsskýlinum eisini orð á
-
-
30. August 2025
-
30. August 2025 21:55
Nú eru bert tvey stig millum B36 og Víking
Víkingur - við Atla Gregersen - noyddist at tryggja sær eitt stig móti B68 við brotssparki í yvirtíðini. Hannes Agnarsson skoraði einasta málið í Sørvági, og harvið styttist aftur í stríðnum um 4. plássi
-
-
-
30. August 2025 15:14
Váttað: Teis Horn Rasmussen til Ribe-Esbjerg
Er loksins komið í hús. Hetta merkir, at triggir føroyskir landsliðsspælarar verða at síggja í fremstu donsku deildini hetta kappingarárið
-
-
-
30. August 2025 13:55
Oddvá Sedea tvey silvur og persónligt met til allar HM-kappingarnar
Parasvimjarin hevur verið í fimm kappingum í Bangkok seinastu vikuna. 19-ára gamla havnarkvinnan eigur nú eisini tvey evropeisk met
-
-
-
30. August 2025 08:33
Málið um Atla Gregersen: - Hetta er óvirðiligt fyri føroyskan fótbólt
Í Fótbóltsskýlinum skýrir Ronnie Thomassen tað at vera "óskiljandi skuggaboksing" og ein glantrileik, at eingin endalig avgerð fyriliggur. Áki Johansen heldur, at serliga nú í baksýni burdi ein onnur avgerð verið tikin í februar. Bíðað verður enn eftir FSF - Víkingur spælir í kvøld á Svangaskarði
-
-
29. August 2025
-
29. August 2025 21:23
NSÍ heldur fram at leggja trýst á
Við 3-1 sigrinum á Eiði í kvøld er NSÍ trý stig frammanfyri HB í stríðnum um 2. plássið - EB/Streymur var annars væl við so at siga allan vegin
-
-
-
29. August 2025 18:20
Luka Modric vitjar á Tórsvølli um eina viku
Balon d'Or-vinnarin frá 2018 verður fríggjakvøldið størsta fótbóltsnavnið í fleiri ár í Føroyum. Sum heild er hópurin hjá HM-bronsuvinnarunum krútsterkur
-
-
-
29. August 2025 16:18
Føroyingauppgerð og oddadystur á Viaplay klokkan 18
Adrian Justinussen og Poul Kallsberg vitja hjá Meinhardi Egilsson í Kolding. Bæði liðini hava 13 stig, og føroyingarnir gera mun. Martin Agnarsson skal í eldin móti AaB klokkan 17. Dysturin sæst eisini á Viaplay
-
-
25. August 2025
-
25. August 2025 12:27
Video: - Kappingin um landsliðsplássini er harðari nú
Jann Benjaminsen setur orð á støðuna á landsliðnum og serliga uppgávuna móti Kroatia á Tórsvølli 4. september: - Vónandi megna vit at fylla Tórsvøll, og vit trúgva uppá tað at skapa eitt stórt úrslit
-
-
-
25. August 2025 10:50
Dávid Reynheim er nýggjur á U21-landsliðnum
17-ára gamli Torino-spælarin var á listanum hjá Ólavi Mikkelsen í dag. Í mun til seinast eru Heini Fossdalsá Sørensen, Ejvind Restorff Mouritsen og Torkil Úlvur Holm tøkir - hetta til dystirnar í Íslandi og Luksemborg
-
-
24. August 2025
-
24. August 2025 19:24
Topp-fýra stríðið harðnaði
B36 vann við brotssparki móti B68, meðan Víkingur ikki megnaði at koppa EB/Streymi á heimavølli
-
-
-
24. August 2025 17:16
Kyniskur og keðiligur klassikari í Klaksvík
Inntensitetur, hart arbeiði og hálv vánaligt fótbóltsspæl merkti málleysa dystin millum KÍ og HB - bæði kunnu brúka úrslitið til nakað. NSÍ vann sum væntað á FC Suðuroy men við nakað av baksi
-
-
-
24. August 2025 11:44
KÍ kann so at siga tryggja FM-heitið nummar 22 á 121-ára degnum
Klassikarin er á skránni í Klaksvík klokkan 15, har tað er seinasta útkall hjá HB at kynda ein neista í oddastríðnum. FM1 sigur frá í Klaksvík. Í hinum trimum dystunum í dag er heimaliðið greiður favorittur á pappírinum
-
-
23. August 2025
-
23. August 2025 21:07
Video: Málið hjá Martini í Middelfart
Føroyski vinstri bakkurin skoraði eitt "áleyparamál" í javnleikinum á Fjóni í dag. Aarhus Fremad misti sigurin á stokkinum vegna bíligt brotsspark men er framvegis omanfyri niðurflytingarstrikuna
-
-
-
23. August 2025 19:01
07 Vestur vaknaði aftur við Dohn á odda
Fyrstu stigini í yvir tríggjar mánaðir komu til høldar í tøkum tíma móti TB. Nicolai Møller Dohn skoraði tvey mál, tá 07 Vestur nærkaðist bjargingini aftur
-
-
21. August 2025
-
21. August 2025 11:38
Bergur Gregersen longu í dysti aftur
Hetta bert fýra og ein hálvan mánaða eftir beinbrotið í Gundadali. Bergur spældi ein hálvleik í útsetta 1. deildardystinum á Sandi, har Martin Klein og Kaj Leo í Bartalsstovu skoraðu málini í Víkinga-sigrinum.
-
-
18. August 2025
-
18. August 2025 20:43
KÍ eitt fet nærri FM - dramatiskur javnleikur í Sarpugerði
B36 fekk ikki kroyst KÍ, sum fer úr Gundadali við sannførandi 3-0 sigri. NSÍ var í undirtali so at siga allan dystin í Sarpugerði men eina løtu frammanfyri 3-1. Tað endaði 3-3
-
-
-
18. August 2025 15:26
KÍ og Víkingur skulu sleikja evropeisku sárini
Klokkan 18.30 tekur B36 ímóti KÍ, meðan NSÍ vitjar Víking. FM1 sigur frá báðum dystunum - til ber at fylgja við ovast á Portalinum
-
-
-
18. August 2025 12:44
Hæddarpunkt: Andrias og Wisla varðveita oddasessin í Póllandi
Uppflytararnir gjørdu aftur bart sunnukvøldið, tá stórfelagið Legia ikki megnaði at skora móti føroyinginum og hinum. Wisla Plock fekk einasta málið og er ósigrað eftir fimm umfør
-
-
-
18. August 2025 11:38
KÍ er nú av álvara omaná í FM-stríðnum
Kvinnurnar úr Klaksvík vunnu í gjár 2-0 á greipuvinnarunum í Runavík. Seks umfør resta nú í
-
-
17. August 2025
-
17. August 2025 20:21
Suðuroyarfeløgini eitt stig longur frá 07 Vestur
Eftir vikuskiftið er 07 Vestur uppaftur longri frá bjargingini - seks stig eru upp til FC Suðuroy, sum á Toftum vann sær sítt fyrsta stig móti liði omanfyri strikuna. TB misti leiðslu í Hólmanum men fekk eitt stig við suður
-
-
15. August 2025
-
15. August 2025 13:23
Video: - Verjuvilla, tilvildarligt mál og brotsspørk kostaðu KÍ
KÍ sá út til at hava fult tamarhald á støðuni í Ungarn, men so komu tvey mál uppá fýra minuttir og løtu seinni var evropeiska summarið av. Neman Grodno fer í play-off
-
-
14. August 2025
-
14. August 2025 23:23
Arnbjørn í Belfast: - Vit tapa kanska dystin í báðum brotsteigunum
- Eg skal ikki kasta áleypararnar undir bussin, tí málini hjá Linfield eru nokso býtt...men okkum vantar góðsku í løtum. Arnbjørn Svensson setur eisini orð á Atla Gregersen, sum hann ikki longur skal spæla saman við
-