Tú leitaði eftir “portal.fo” og fann 2361 úrslit
-
08. October 2024
-
08. October 2024 11:20
Hanus: - Hopi bara HB vinnur steypafinaluna - uttan meg
Beint nú er tað besta fyri felagið, at eg venji við 1. deild, staðfestir Hanus Sørensen smílandi og avdúkar einki um Slovenia. - Eg havi sáttmála við HB restina av mánaðinum
-
-
-
08. October 2024 09:47
René skal royna seg á vøllinum í dag
Royndi og fjølbroytti landsliðsspælarin er ivasamur til dystin móti Armenia hóskvøldið. Havnarmaðurin hevur trupulleikar í hælinum - seinnapartin verður støðan greiðari
-
-
07. October 2024
-
07. October 2024 20:38
Brandur og Bjartalíð: - Skulu hava seks stig hesa vikuna
Tað skal vera nú á heimavølli, um vit skulu hava eina góða Nations League, sigur Jóannes Bjartalíð. Hann og Brandur Hendriksson hava júst verið við at spælt Fredrikstad í hálvfinalu í Noreg - helst vera teir innskiftarar hesa vikuna
-
-
-
07. October 2024 18:16
Video: - Eg kann koma við nógvari orku og lekkrum detaljum
Hanus Sørensen spældi 90 minuttir á miðvøllinum í báðum teimum seinastu landsdystunum - miðlarnir gera okkum ofta til favorittar, men vit skulu fyrst og avrikað væl, sigur hoyvíkingurin
-
-
06. October 2024
-
06. October 2024 21:20
FSF hevur ikki stórvegis viðmerkingar til landsliðsvenjaraspurningin
- Starvsnevndin hjá FSF viðger regluliga støðuna við okkara landsliðum. Hetta er tað einasta, ið forsetin vil siga um støðuna undan dystunum hesa vikuna
-
-
-
06. October 2024 11:20
Jóan Símun í góðum málformi undan landsdystunum
Toftamaðurin legði Shkupi á odda í sigri í gjár og hevur nú skorað fimm mál uppá tvær og eina hálva viku
-
-
-
06. October 2024 10:43
- Tað er einki persónligt mótvegis Hanusi
Men HB velur næstu vikurnar at hugsavna seg um spælarar, sum kunnu spæla steypafinaluna. Tað sigur Símun Samuelsen, nevndarlimur, um støðuna við Hanusi Sørensen, ið ikki er partur av Betrihópinum eftir "slovenska sáttmálan"
-
-
-
06. October 2024 09:02
ÍF-venjarin: - FSF er botnkorrupt
Ólavur Larsen er ógvuliga ónøgdur við handfaringina av uppafturtikna dystinum ÍF-B68. - FSF kann ikki góðtaka slíkar ærumeiðandi útsøgnir, sigur Christian Andreasen og staðfestir, at málið fer víðari
-
-
05. October 2024
-
05. October 2024 22:22
Video: Noyðast at vera kyniskar fyri at vinna slíkar dystir
Tað er NSÍ, og men tað eru vit ikki, staðfestir Maibritt Olsen. Víkinga-liðskiparin og miðverjin staðfestir, at fýra mál inn er alt ov nógv, men at hetta var ein góður lærupeningi og góð vika
-
-
-
05. October 2024 22:08
Video: - Vit eru ekstremt effektivar
- Mítt arbeiði er at skora mál, og tað er sum so líka mikið fyri meg hvør skorar. Tað sigur Heidi Sevdal, sum skoraði hattrikk í finalusigrinum hjá NSÍ: - Stuttligt at spæla fyri hesari áskoðarafjøldini
-
-
-
05. October 2024 22:04
Video: - At vinna greipuna er dreymurin
- Hevði Abigail ikki bjargað hasum stóru møguleikunum, so hevði dysturin helst verið ein heilt annar, og at hava Heidi á liðnum er tað besta, man kann fáa, staðfestir Sara Samson Lamhuage
-
-
-
05. October 2024 20:30
Heidi og NSÍ fóru aftur avstað við steypinum
Víkingur hevði yvirvág og sínar møguleikar fyrstu løtuna, men NSÍ vann at enda 4-1. Triði steypasigur hjá NSÍ seinastu fýra árini
-
-
-
05. October 2024 19:36
EB/Streymur heldur sær í Betrideildini
Hetta er greitt eftir 1-0 sigur á B36 og fýra sigrar seinastu fimm dystirnar. Stórur smeitur fyri B36 í stríðnum um 4. plássið - HB vann 1-0 á 07 Vestur
-
-
-
05. October 2024 18:25
Fríði: - Bólturin endaði í netinum og so rann eg bara yvir til áskoðararnar
Málskjúttin og liðformaðurin, Fríði Gertsson Jarnskor, og "fyribils venjarin", Atli Gregersen, fegnast um fyrsta steypið hjá Víkingi í ár. U17-dreingirnir vardu væl móti KÍ, og Fríði avgjørdi
-
-
-
05. October 2024 17:16
U17: Víkingur vann tætta finalu móti KÍ
Fríði Gertsson Jarnskor skoraði einsamalla málið á Tórsvølli, har tað væl sást, at ungu menninir spældu eina finalu
-
-
-
05. October 2024 16:34
Tvey steyp til B36 eftir málríkar dystir móti Víkingi
Finalurnar hjá U13-dreingjum og U15-dreingjum vóru als ikki óahugaverdar. B36 dró longra stráðið í báðum - Marcus Klein Danielsen hjá U15 er higartil heilt stóri spælarin á degnum við fýra málum í 5-3 sigrinum
-
-
-
05. October 2024 11:37
Spenningurin er í Streymnesi
Um B36 vinnur á EB/Streymi, so er av álvara eldur í stríðnum um 4. plássi. Um EB/Streymur vinnur, so er sæti í deildini til 2025 tryggjað. Fyrsta bríksl klokkan 17. HB - 07 Vestur byrjar klokkan 16
-
-
-
05. October 2024 11:09
Víkingur ger nógv burtur úr stóra steypafinaludegnum
Upphiting til kvinnufinaluna byrjar klokkan 17, men longu frá middegi bjóðar Víkingur eitt heitt høli og ymiskt til matna og at drekka í miðhæddini hjá FSF. Felagið hevur lið í øllum fýra finalunum
-
-
04. October 2024
-
04. October 2024 23:48
Video: Var mest umráðandi ikki at tapa á Svangaskarði
Jákup á Borg og Pauli Poulsen tosaðu báðir um truplar umstøður, ein rótutan fótbóltsdyst og um hvussu teir sóu uppá síðstu uppgávurnar
-
-
-
04. October 2024 22:56
Video: - Arbeiðshátturin ger hetta uppaftur stuttligari
38-ára gamli leirvíkingurin ásannar, at man noyddist at renna skjótari fyri at fanga KÍ. Sølvi Vatnhamar var ein errin maður í Sarpugerði - Eru ógvuliga fegnir í kvøld, men feira ikki heilt enn
-
-
-
04. October 2024 22:37
Video: - Hetta er tí man spælir fótbólt
Kom til Víking millum annað fyri at kappast medaljur, sigur Jákup Johansen. Strandingurin kundi fingið hattrik í kvøld. - Tvey mál er eisini okay
-
-
-
04. October 2024 21:52
Óbroytt støða í stríðnum um 8. plássið
Skála og B68 skoraðu hvør sítt mál stutt fyri steðgin í ringa veðrinum á Svangaskarði. 1-1 og Skála framvegis lítlan fyrimun í tætta botnstríðnum
-
-
-
04. October 2024 21:23
KÍ útsetti tí heilt stóru FM-veitsluna eitt sindur
Sigur nummar ellivu á rað í landskappingini hjá trýfaldu føroyameistarunum - annað tapið á rað hjá NSÍ, sum er við at seta 4. plássið uppá spæl
-
-
-
04. October 2024 09:50
Stórt botnbrak á skránni á Svangaskarði
Uppgerðin millum B68 og Skála í kvøld kann vísa seg at verða púra avgerandi fyri, hvat lið endar nummar níggju. Fyrsta bríksl verður klokkan 18.30 - tað er enn óvist, júst hvat 9. plássið merkir í ár
-